Urtagarðsarbeiði ”talar” til mín

01. desember 2024

Tala, sum Alice Frederiksberg helt til jólatræstendring á Skála 30. nov. 2024

Gott kvøld góðu skálafólk
og onnur sum eru komin saman her í dag,
nú jólaperurnar á hesum jólatræið skuldu tendrast.

Gott at koma saman, hoyra góðan tónleik og kunna syngja saman, alt hetta er ein góð siðvenja, sum vit skulu seta prís uppá og raðfesta. Serliga nú jólamánaðin stendur fyri durum, og tað stundar til jóla.

Tað eru næstan 20 ár síðan vit fluttu til Skála, út á Berjarheygg, í húsini hjá Janu. Har trívast vit sera væl, og í dag eru húsini okkara heim. Eg elski umhvørvi sum vit búgva í og vit hava sera gott grannalag. At vera úti í urtagarðinum, droyma og skapa, er nakað sum gevur mær orku og løtur, sum skapa meirvirði. Til tíðir bara í friði, har eg kann heilsa uppá røsk bygdafólk sum trúføst ganga túr, trilla okkurt ommubarn, súkkla, renna ella spáka sær ein túr. Har prátið mangan fellur í urtgarðsarbeiði, kálgarð, eplaveltu, grótgarð og annað. Og aðrar tíðir við airpods, lurti eftir onkrari bók, ella onkrari talu, meðan eg lúki ella geri okkurt sum ikki krevur mítt uppmerksemi, men har mínir tankar kunnu hefta seg við tað eg lurti eftir.

Fyri meg er tað so mangan at hetta urtagarðsarbeiði ”talar” til mín. Her eru nøkur dømi:

”…tey trø sum vit settu niður fyri næstan 20 árum síðani, hava góðar og sterkar røtur og eru tí ikki løtt at brotna ella ríva seg leys, hóast stormar kunnu leika á! Tey hava óiva sterkar røtur og klára tí nógv! – eins og við okkum menniskjum, at vit hava gott av at vaksa upp í tryggum og góðum umstøðum. At vit eru rótfest í Gudi og Hansara Orði, tí tað heldur um so ódnirnar bresta á” og

”…um eg onki epli ella grøntkál setti niður, ja, so kemur onki uppaftur; ein troyst, tá eg kanska hevði ynskt at úrtøkan var betur. Tað ið vit sáa, vilja vit eisini heysta” og

”…um jarðber skulu vaksa, so hevur plantan tørv á trimum orkukeldum: tað er ljós, luft og vatn. Hesi trí evnini og plantan kann vaksa, geva fruktir og enntá nýggjar spírar til at formera seg enn meira. Vit menniskju eru likam, sál og andi, eisini tríggjar orkukeldur. Vit hava tí tørv á føði til okkara likam, í sálini hava vit kenslur og tørv á at vera saman við øðrum. At verða sædd, hoyrd og vird. Og vit hava ein grundleggjandi tørv á at Gud, sum vit eru skapað av, sleppur at at metta okkara anda” og

”…tá eg lagið grótgarð, so er tað alt grótið sum eg kann brúka. Nøkur grót síggjast væl og onnur grót síggjast als ikki. Tó eru øll týdningarmikil har tey vera brúkt, tí tey hava hvør sína uppgávu. Øll hava onkra góða síðu, og kunnu brúkast. Og tað er ikki heilt ólíkt við okkum menniskjum”

Eg kundið hildið áfram, men hetta er kanska ikki rætta løtan bara at tosa um urtagarðsarbeiði… og tó, tað er jú nú, mitt í vetrar tíð, har kuldin og myrkri eiga stóran part av døgninum, bløðini eru dottin av og blómurnar følnaðar. Tá er tað at røturnar kunnu vaksa seg niðureftir, ongin sær tær, tað er í tí friðarligu jørðini, í tí dulda at vit kunnu vaksa okkum sterk, til aftur at blomstra og møta lívsins avbjóðingum. Og at tosa um urtagarð og vøkstur… hetta er so einasta løta á árinum at eitt granntræ ger at vit koma saman ????   

Eftir at vit vóru flutt inn á Berjarheygnum, fingu vit mangan at vita, at tað var so hugaligt at síggja at ljós og lív var í húsunum aftur. Tá høvdu tey staðið tóm í nøkur ár. So ljós er tekin uppá lív og vit trívast betur at liva í ljósinum. Men um tað ongantíð hevði verið myrkt, so hevði ljósið ikki hava sama týdning, sum tað nú hevur.

Eg eri uppvaksin beint yvir av Skála bygd - Undir Gøtueiði og maðurin er uppvaksin á Strondum. Og eru vit glað fyri tað sum vit hava fingið har frá. Vit – sum so mong onnur - eru tí tilflytarar her á Skála. Vit kunnu ikki siga annað enn at vit føldu okkum væl móttiknan, og trívast væl her á Skála. Kenni meg ikki sum ein vitjandi, men ein sum er follin til, og kann bjóða øðrum vælkomnum til Skála. Her er nógv virksemi sum vit kunnu vera errin av. Og eg haldi at bygdin ber brá av at fólk eru opin, og vilja vera har fyri hvønn annan. 

At tendra ljós hesa ársins myrku tíð, er hugnaligt og fjálgt. Jólaperur eru komnar upp at hanga nógva staðni og mangar stjørnur eru at síggja. Eisini tey livandi stearinljósini eru hugnalig at brenna hesa køldu tíð. Alt fyri at køva myrkrið og kuldan og til skapa hita og hugna.

At støðga á, hava tíð til prát, vera tilstaðar og njóta løtuna, tað skapar meirvirði. At síggja okkara næsta og geva eina uppmuntran ella hjálpandi hond – tað er gullvert og ríkar okkum upp. Og hetta er nakað vit øll kunnu gera – óansæð førleikar ella fíggjarligu korini. Tó so er tað so skjótt at tíðin fer til okkurt annað. So hvussu skal eg raðfesta? Og hvussu kann eg síggja møguleikar heldur enn forðingar, í hesum tíðum, tá pengarnir og tíðin skulu strekkja langt… Ein avbjóðandi tíð.

At raðfesta rætt og stýra tíðini/kalendaranum, er mangan avbjóðandi, men kann eg bara takka mær sjálvum fyri, hvussu tað verður gjørt. Og tað er javnan at eg kann staðfesta, at tað kundi verið gjørt betur…   seti mangan mær sjálvari spurningin: ”hvat hevur nú veruliga týdning, sum eg skal brúka mína tíð og orku til?” Eins og við eini heildarkontu, so seta vit pening inn á hesa kontu, so tað dekkar nógvar fastar útreiðslur. Kanska vit skulu umhugsa eina slíka skipan, har útreiðslurnar vera útskiftar við ymisk virðir og upphæddin verður útskift við tíð ella ávíst dato. Virðini kundu verið: góðskutíð saman við familjuni, børnunum og makanum, vitja ommu og abba, vitja onkran vin ella onkran eldri, fara við bakstri til onkran, senda heilsu til onkran sum er hart raktur, o.s.fr. Síðan kundu vit sett inn hvussu nógva tíð vit ynskja at seta av til hetta ymiska.
Ein segði einaferð: Vit skulu skriva málið við penni, men leiðina har til við blíanti. At leggja eina ætlan er sostatt ein góður háttur at tryggja sær at tú fært brúkt tíðina væl og fært gjørt tað tú veruliga ynskir á ein skilagóðan hátt.  

Jólini eru ikki líka fyri øll! Fyri summi er hetta ein hørð tíð at koma ígjøgnum, kanska er tað sorg og saknur sum fyllir nógv, ella kanska stúran og ótti… Tí er tað so gott at vit vísa áhuga fyri hvør øðrum og vera ljós har myrkri hevur hug at taka yvir. Tí í myrkrinum, síggja vit best hvønn týdning ljósið hevur.

”Ger meira av tí sum ger teg glaðan” – hetta var ein setningur sum fekk serligan týdning fyri meg, tá eg fyri næstan 3 árum síðan føldi at lívið enn einaferð var sett í perspektiv. Eg fekk staðfest krabbamein í einum móðurmerki, sum var skorið burtur. Hetta var uppdagað tíðliga, og tískil var eg staðfest frísk, tá tað varð skorið eitt sindur meria burtur. Tó so bleiv tíðin brádliga meira dýrabar og eg skilti betur týdningin av hvussu eg raðfesti og hvat eg brúki mína tíð og orku til. Vit kenna jú ikki dagin í morgin! Tá eg var 19 ár, mistu vit okkara systur, sum doyði bert 23 ára gomul, eftir av hava havt krabbamein. Tað hevur lært meg týdningarmikil virðir, sum hava ávirka mín hugburð til lívið. Vit eiga bert løtuna nú – lat okkum brúka hana til okkurt sum skapar meirvirði fyri okkum, og enn meira virði um vit deila løtuna saman við onkrum, har vit kunnu vera eitt ljós fyri onkran annan! Tá geri eg nakað sum ger meg glaðan!

Tá vit nú síggja perurnar á hesum træið lýsa, kann hetta minna okkum á, at vit øll kunnu vera eitt ljós fyri onkran annan! Og um vit øll gera okkurt gott, sum vit vera mint á, so kunnu vit saman lýsa upp eitt heilt granntræ, ella eina heila bygd ella eitt heilt samfelag! Eingin kann gera alt, men øll kunnu gera okkurt.

Fari nú at lesa upp eina yrking, sum varð skrivað í gjárskvøldið, í samb. við hetta høvið. Hon er skrivað av mammubeiggja mínum Hanus M. Hansen í Fuglafirði.

 

Um myrk er náttin á háveturstíð,

Vit minnast til løtuna hina,

tá Sonur Guds føddist á hesa fold,

og læt seg klæða í menniskjahold,

til okkara pínu at lina.

 

Um fryst er náttin á háveturstíð,

So kemur tó várvindur søtur,

tá hakin aftur skal setast í jørð,

og heystið ber okkum tað, sum grør

-so skifta her okkara løtur.

 

Um myrk er náttin á háveturstíð,

má myrkrið einaferð dvína

Vit fara frá vetri til ljósari tíð

og vita at einaferð summarsól blíð,

á bliknaða andlit skal skína

 

Men einaferð farin er háveturstíð

ei meira vit heysta og sáa

Men um tá títt lív á Klettin er bygt

og æviga hvílir í náðini trygt

-tú Himmalin tryggur skalt náa

 

29.11 - 2024   hmh

Fari við hesum at takka fyri at tit lýddu á og
ynskja tykkum øllum eini Gleðilig jól og Harrans signing.
                                                                                                                                                               

Alice Frederiksberg

Seinastu tíðindi

04. desember 2024
Røða til jólatræði í Funningsfirði
02. desember 2024
Tvørturum hav og tíð
01. desember 2024
Urtagarðs­arbeiði ”talar” til mín
01. desember 2024
Myrkrið kann ikki køva myrkrið, - bara ljósið kann