Heilsa, trygd og umhvørvi
Endamál við HTU hjá Runavíkar kommunu, er at skipa heilsu, trygd og umhvørvi fyri starvsfólk í fastar karmar eftir ásetingum frá Arbeiðseftirlitinum.
Arbeiði byrjaði á várið 2013, tá starvsfólk vóru skipaði í trygdarbólkar. Síðani hava trygdarumboð og leiðsluumboð verið á skeið innan heilsu, trygd og umhvørvi.
Málið hjá Runavíkar kommunu er at áhaldandi bøta um heilsu, trygd og umhvørvi á starvsfólkaøkinum og fyri borgarar sum heild.
Nøkur av málunum fyri 2018:
- Skipa fyri fyrstuhjálparvenjing á arbeiðsplássunum
- Skipa fyri ergoterapeutiskari viðgerð og vegleiðing til starvsfólk innan barnaansingarøkið
- Keyp og uppsetan av hjartastoytarum til Lamba, Æðuvík og Elduvík
Nøkur av málunum fyri 2016/2017:
- Skipa fyri fyrstuhjálparvenjing á arbeiðsplássunum
- Skipa fyri ergoterapeutiskari viðgerð og vegleiðing til starvsfólk innan barnaansingarøkið
- Verkseta tilbúgvingarskipan fyri barnaansingarøki
- Verkseta tilbúgvingarskipan fyri leiklut hjá Runavíkar kommunu
- Mannagongd í samband við Supervision
- Mannagong í samband við sjúku
- Endurskoða sorgarætlan fyri barnaansingarstovnar
- Keyp og uppsetan av tveimum hjartastoytarum
Nøkur av málunum fyri 2015/2016:
- At øll nýggj starvsfólk hjá kommununi hava verið á skeið í eldsløkking.
- At øll nýggj starvsfólk innan barnaansing fáa skeið í fyrstuhjálp til børn.
- At hesi starvsfólkabólkar fáa fyrstuhjálparskeið: húsavørðar, forskúla-lærarar og námsfrøðingar, vaskifólk og
- bókavørðar.
- Keyp og uppsetan av hjartastoytarum at uppseta í Søldarfirði og Rituvík.
Nøkur av málunum fyri 2013/2014:
- At øll starvsfólk hjá kommununi hava verið á skeið í eldsløkking.
- At øll starvsfólk innan barnaansing fáa skeið í fyrstuhjálp til børn.
- At øll starvsfólk innan kommunala verkstaðið, vatnverkið, gravarin og Runavíkar havn fáa fyrstuhjálparskeið.
- Keyp og uppsetan av hjartastoytarum til skúlar og ítróttaøki.