Tvørturum hav og tíð
Sigrid Jensdóttir Dalsgaard flutti fram røðu, táið jólatræið varð tendrað í Æðuvík sunnukvøldið.
Góðu jólagestir, aftur í ár eru vit boðin innar í fjálgu jólabygdina Æðuvík.
Boðin innar av blíðum bygdafólki. Boðin at hátíðarhalda jól – samanhald, skapanargleði og siðvenju.
Hví mann tað vera so hugnaligt í kvøld ?
Í morgun opnaðu vit fyrsta pakkan í jólakalendaranum. Og vit telja 24 dagar til jóla. Í dag er fyrsti sunnudagur í advent, og vit telja 4 sunnudagar til at eitt barn er føtt í Betlehem.
Tá eg var lítil, taldu vit jólini frá 13 dagar fyri jól. Hetta gjørdu vit, tí mamma mín var úr Íslandi.
Har hava tey 13 jólasveinar, sum koma oman í bygdina. 13 jólasveinar, sum eru knassar, nakrir jassar, óargaligir og gera fortreð.
Men teir eru eisini stuttligir og geva gávur.
13 dagar fyri jól, settu beiggi mín og eg hvør sín skógv í gluggan, hvør sín skógv í vindeyga. Og hvørja nátt hevði onkur gjørt fortreð, og lagt eina lítla gávu í skógvin.
· 13 nætur fyri jól, um tú hoyrdi hurðina smekka hart mitt á nátt, so var tað jólasveinurin Hurðaskellir, sum var komin á gátt.
· 12 nætur fyri jól, hevði onkur verið í hjallinum og fingið sær ein bita, tá var tað jólasveinurin Bjúgnakrækir, sum var komin á vitjan.
· 11 nætur fyri jól, sløknaði kertaljósið, meðan eg sat og las, tá var tað jólasveinurin Kertasleikir, hann er eitt fjas – og so etur hann kertaljós.
Soleiðis taldu vit jólini fram til tollaksmessu. Tá fóru jólasveinarnir heim, heim til mammu sína, sum æt Grýla.
Hví æt hon Grýla ?
Vit dansa og minnast á summar og sól
Meðan vit kvøða hátt um jól
Vit kvøða hátt til 13 dagar eftir jól. Trettandakvøld enda jól.
Tá bóru vísu menninir Jesus barninum gávir.
Og vit dansa og kvøða myrku kvøldini fram til fastalávint. Tá ganga vit grýlu.
Her í Føroyum ganga vit grýlu. Í Íslandi, okkara granna norðanfyri, er Grýla mamman hjá jólasveinunum.
Í Hetlandi, grannanum sunnanfyri, er Grýlan ein maður, sum er klæddur í strá, frá topp til tá.
Og hann gongur um bygdina áðrenn føstu.
Soleiðis ferðast søgurnar um hav, nýtt skap og siðvenja koma undan kav.
Í føstu telja vit 7 vikur samt
Vit telja til dagur og nátt stendur javnt.
Til dagur vinnur á nátt og tað fer at vára.
Á páskum vit hátíðarhalda Jesus Kristus, hann vann á deyða svára.
Vit dansa og kvøða aftur í summar og sól
Á vøku, miðsummarnátt, á Jóansøku
Vit minnast Jóhannes doyparan.
Vit dansa í fyllandi sól
Vit dansa í fyllandi sól til tað aftur er jól.
Aftur jól. – Í Æðuvík eru jólini hátíðarhildin í meir enn 125 ár. Frá tí at fyrstu niðursetufólkini Jóannes og Sannu Davidsen settu búgv í náttúruríkidøminum her, millum æður, Tinghellu og við huldufólkum uttanfyri bøgarðin. Æðuvíkingar bjóða okkum til teirra vøkru og hugtakandi bygd alt árið.
Eftirkomarar eftir Jóannes og Sannu Davidsen búgva framvegis her. Okkara siðvenja og mentan ferðast tvørturum hav og tíð. Niðursetufólkini eita hebraisk nøvn av uppruna.
Jóannes, sum doyparin.
Sanna merkir Lilja á hebraiskum.
Og Davidsen er frá Davidi kongi, sum feldi Goliath og er Jesus í hansara ætt.
Á hendan hátt eru vit, sum standa her, tátíð, nútíð og framtíð.
Í dag hátíðarhalda vit samanhald, skapanargleði og siðvenju.
Gleðilig jól øll somul og við hesum kveikja vit ljós – vit kveikja eina jólabygd.