Heimlongsil – sjálvt um tú ert heima

01. desember 2024

Røðan sum Oyvør Dam Jacobsen flutti fram, tá jólatræið varð tendrað í Saltangará leygardagin. Hornorkestrið spældi, og Kór Glyvra Kirkju sang til haldið.

Góðan dagin øll somul.
 
Tað er stuttligt at verða biðin um at halda eina av røðunum, nú tá jólatrøini verða tendraði í Runavíkar kommunu. Eg starvist á Bókasavninum við Løkin, og havi verið har í 7 ár nú. Eg eri gift við Álvi, og vit eiga tvey børn, sum ganga í Glyvra skúla og vit búgva í Søldarfirði. Umframt at eg eri flutt úr Klaksvíkini her til, eru foreldur míni eisini flutt út á Skálafjørðin, har vit øll trívast sera væl. Tað er ein ávísur kontrastur í at vera her á fjørðinum í mun til í Klaksvík. Fjøllini eru nakað vinaligari og minni áleypandi – men tey eru eisini meira spjadd og geva kanska ikki heilt somu lívd sum tey í Klaksvík, sum sláa tættan ring um teg, um tú vilt tað ella ikki. Høgættin, sum er ein tiltikin keðilig ætt í Klaksvík er einki at tosa um her. Men eg eri eisini ættað úr Kunoy, og har er enn brattari og hægri enn í Klaksvík. Eg eri tó ikki heilt søguleys í Runavíkar kommunu og í Eysturoynni, og havi røtur í bæði Oyndarfirði, Gøtu og á Strondum.
 
Nú er enn eitt ár við at nærkast endanum, men enn hava vit tíbetur tann besta mánaðan til góðar. Tað er so lívsjáttandi at síggja hvussu vit øll gera okkara fyri at hendan myrka tíðin skal vera so góð og hugnalig sum gjørligt. Og her er so ótrúliga vakurt pyntað – aftur í ár. Tað at vit ganga so høgt uppí at hátíðarhalda hetta hvørt ár, og ikki hugsa um nyttuvirðið. At pynta til jóla er gott fyri okkara sálarheilsu. Og tað er tað sum er so umráðandi – at vit eru tilvitað um at passa uppá okkum - serliga sálarliga – hesa myrkastu tíðina.
 
“Jólini eru tann tíðin tá tú hevur heimlongsil – sjálvt um tú ert heima”. Hetta sitatið hjá rithøvundanum Carol Nelson sigur rættiliga beinrakið hvussu jóltíðin kennist hjá mongum. Minnini frá barndóms jólunum standa so klár, og fylla so nógv – og onkursvegna eru øll jól ein longsil og tráan eftir tí gandakendu tíðini vit høvdu, ella í onkrum førum ikki høvdu, sum børn. Vit minnast til spenningin og gleðina, og kenna tað aftur í okkara egnu børnum. Og vit gera alt sum vit eru før fyri fyri at børn okkara skulu fáa eini gleðilig jól at minnast aftur á - og kanska leingjast eftir tá tey vaksa til. Vit eru øll so ymisk, men eg má siga at eg havi ringt við at sleppa av við hesa melankolsku kensluna og hetta nostalgiska bragdið sum eg hómi allan jólamánaðan.
 
Eg hugsi aftur á jólini í Klaksvík, tá vit fóru upp á ovastaloft eftir jólapyntinum. Tá vit lurtaðu eftir jólaplátuni hjá Boney M. Tá vit snýktu okkum inn í skápið hjá mammu at eta allar tær lillafarvaðu karamellirnar, og lótu nøtirnar liggja eftir í dósini. Tá vit ótu so nógvar mandarinir at vit fingu ilt í búkin. Tá vit sungu jólini inn í Christianskirkjuni saman við øllum hinum skúlanæmingunum – og vit sungu “Gleðilig jól” við øllum sum okkara lungu høvdu at bjóða. Tá vit droymdu okkum vekk í príslistum frá Daells varehus, Quella og Argos. Tá vit sótu og bíðaðu ótolin eftir at tey vaksnu vóru liðug at eta jólaaftan. Tá vit við plikt og bót lovaðu at vit ikki skuldu klandrast jólaaftan. Tá vit koyrdu runt við jólagávum til systkinabørnini jólaaftan, og tá vit hongdu eina hosu á songarstokkin og vit nývaknaði grópaðu niður á botn at finna tungu mandarinina og karamellurnar har.
 
Tá Bambi datt á ísinum og tá Chip og Chap hugnaðu sær í ævintýrliga jólatrænum.
Eg minnist jólaløturnar sum vóru í sjónvarpinum við Zacharis Hammer og dólgunum, og eg minnist jólakalendaran hjá Útvarpinum. Og eg minnist ta ferðina eg snýkti meg upp ein morgun í desember og lat allar lúkurnar á jólakalendararanum hjá stórabeiggja mínum upp.
 
Smálutirnir eru ikki so umráðandi hvør sær, kunnu enntá tykjast triviellir – men tilsamans gera teir eina heild og leggja eina grund sum hevur ómetaligan týdning og ávirkan á okkum sum menniskju. Rithøvundurin Laura Ingalls Wilder sigur tað so væl “Our hearts grow tender with childhood memories and love of kindred, and we are better throughout the year for having, in spirit, become a child again at Christmastime.”
 
Tá jólini nærkast, gera vit árið upp. Náddu vit tað sum vit ætlaðu okkum, og eru málini rokkin? Hevur familjan tað gott? Hava vit íðka nóg ofta? Hava vit brúkt nóg nógva tíð saman við vinum? Eisini taka vit manntal – ikki heilt sum tá ið Jósef og Maria skuldu skrivast í manntal – men vit hugsa um tey sum ikki eru heima hesi jólini. Og vit hugsa um tey, sum vit hava mist, og um tey sum skulu halda jól fyri fyrstu ferð uttan ein sum tey ikki kunnu vera fyriuttan.
 
Vit skulu tó ikki leita leingi – so fáa vit eyga á øll tey smáu og stóru tøkini sum vera gjørd fyri at hjálpa um og gleða onnur. Tað eru ótrúliga nógv fólk sum geva burturav og sum hugsa um at vera um sín næsta. Eg haldi til dømis at Sjómanskvinnuringurin ger eitt megnar arbeiði at binda og biðja fyri okkara sjófólki. Eg veit at bundnu jólapakkarnir, sum hesar kvinnurnar geva, eru til stóra gleði fyri móttakararnar. Og so haldi eg at tað er ómetaliga hjartanemandi at síggja ansingarstovnar og skúlar fara við næmingum at vitja ellisheim og syngja fyri teimum sum búgva har. Tað munnu vera fá ting sum eru so gleðilig sum glað børn, ið syngja jólasangir.
 
Á jólum minnast vit ta størstu gávuna sum varð givin – og vit royna, so væl vit kunnu, at geva hesa gávuna víðari í onkran mun. Á jólum eru vit kanska meiri tilvitaði um Gud og kærleikan – men tað er kanska tí at ljósið sæst so væl í myrkrinum. Í veruleikanum er Hann jú hin sami allar dagar, í ljósi og myrkri.
 
Eg vil fegin takka fyri at eg slapp at siga nøkur orð um jólini – og hvat tey eru í mínum hugaheimi. Fyri mín part ætli eg at lesa onkrar góðar bøkur og hugna mær við teimum nærmastu á jólum. Eg ætli mær at royna ikki at knarra um at eg havi ov nógv at gera hendan mánaðan, og at jólagávurnar ikki eru keyptar enn - tí tað er í veruleikanum eitt privilegium at vera biðin um at vera við, og at hjálpa til – og at hava fólk at keypa gávur til.
 
Jólaplátan hjá Bob Dylan er funnin fram – og hon fer at fáa meg í rætta huglagið.
 
Og so kann eg hóskandi siga, tá eg nú eri bókavørður, at bókasavnið er eitt stað sum vit øll eiga saman – og sum ikki er minni gott á jólum, slett ikki! Gleðilig jól! Og takk fyri.

Seinastu tíðindi

04. desember 2024
Røða til jólatræði í Funningsfirði
02. desember 2024
Tvørturum hav og tíð
01. desember 2024
Urtagarðs­arbeiði ”talar” til mín
01. desember 2024
Myrkrið kann ikki køva myrkrið, - bara ljósið kann