Steinway & Sons B-211

18. februar 2024

Nú nýtt flygul er keypt til Løkshøll, var konsert hildin seinrapartin í dag, har fleiri tónleikarar royndu nýggja ljóðførið. Væl av fólki var møtt, og borgarstjórin byrjaði løtuna við hesum orðum.

Mánadagin 4. desember í fjør lætti føroyska flogfarið sær á í Vágum. Ivaleyst vóru ferðafólkini ikki ørindaleys, í hvussu er ikki trý teirra, sum við í fylginum høvdu eina eykajáttan frá Runavíkar býráði, til tess at keypa mentanarskálanum Løkshøll eitt nýtt og framkomið nertlaljóðføri - og rúm var eisini í fæposanum fyri at endurnýggja áskoðarapartin, har setrini nú hava gjørt sína skyldu, væl og virðiliga tænt sínum endamáli, og tí hava sæð sínar bestu dagar. Býráðið samtykti endaliga, á almennum fundi hin 28. november, at játta hálva aðru millión krónur til endamálið.
 
Leiðtogari Løkshallar var ein, úrmælingurin Jóhannes Andreasen ein annar og borgarstjórin var við í fylginum sum ábyrgdari fyri fæi borgaranna ella sum ífylla, tí sum Magnus Dam Jacobsen sigur í innganginum til hina annars frálíku bókina ”Í Grønlandi við Kongshavn”: ”Hendan bókin er skrivað av einum manni, sum ongantíð gjørdist serfrøðingur á nøkrum øki, ein fuskari í øllum, eisini í faki sínum sum hondverkari og skapandi prentari.” Og so leggur hann afturat: ”Men kanska lesari mín finnur okkurt virðismikið millum reglurnar.”
 
Luftin er slavin inni á meginlandinum, temperatururin liggur um frostmarkið, guvan stendur fram úr hvørjum skorti, eyðkendur kontinentalur ráki, og nógvur kavi er komin niður. Akandi er kortini, grivið er, nú vit í hýruvogni leggja leiðina av flogvøllinum inn til adressuna Rondenbarg 15 í Hamburg. Hesin gitni havnabýurin, millum teir mest frekventeraðu í heiminum, og sum bleiv bumbaður til ókenniligheit, táið teir sameindu herjaðu á til tess at fyribeina bestialska nazistýrinum undir seinru styrjøldini. Nú kom mær tað til hugs, at tað var her í býnum, at eg keypti mín fyrsta plátuspælara – fyri á leið 56 árum síðan. Vit eru komin til matrikkulin hjá Steinway & Synum, og her eru meskarnir líka trongir sum í Pentagon ella í Lubjanka í Moskvu. Sum skilst er vandin fyri njósning somikið stórur, at vit eru meiri ella minni ”avvápnað”, táið vit verða leidd í gjøgnum slokuna til hesa heimsgitnu verksmiðju. Tey siga fyri okkum, at m.a. kinverjar hava gjørt onkrar royndir at gera loyniligar upptøkur av handverksgongdini, og í tøkum tíma var hetta steðgað.
 
Við ferðaleiðara ganga vit í gjøgnum alla verksmiðjuna, har smidligar hendur úr viði ganda fram allar smálutirnar, ið til endans skulu gerast eitt heilt ljóðføri. Á einari skrivstovu verða vit kunnað um alla søguna hjá Steinway & Synum, fyri mær ein fremmandur heimur, somikið meira áhugaverdur. Eftir eitt krúss av kaffi og okkurt søtt undir góman fara vit inn í eina høll avtikin við flyglum. Ein sjón fyri tónleikaguðar. Nertlarnir bíða nú eftir smidligu fingrunum hjá skyldmanninum Jóhannesi – vit bæði mamma hansara eru trímenningar umvegis Húsgarð í Syðrugøtu. Elisabeth – Betta gumma, sum hon varð rópt - var langomma tónleikaran og abbasytir mín.
 
Meðan vit bíða, reikar hugurin aftur í tíð. Táið man vaks upp í Grógv í Syðrugøtu var onki ljóðføri í húsinum, kvæði og føroyski dansurin og ikki minst Songbók Føroya Fólks vóru í hásæti, meðan norðmaðurin hurraði dagin langin, men hann mátti sjálvandi víkja á døgverða og á náttverða, táið føroyingurin slapp framat, ta løtuna hann var í lurtinum. Í skúlanum við Gjógv sungu vit morgunsang í ganginum í 29´skúlanum, hernaðardisciplinur, Jákup lærari leikti undir á fiól, og annars sungu vit eisini í tímunum hjá lærarinnuni Helgu Øregaard, hon ráddi fyri borgum í gamla skúlanum.
 
Nú eri eg so heppin at vera uppvaksin í tveimum bygdum. Á Glyvrum var pumpuorgul í stovuni á Langanesi, og abbi mín skipaði hvørt sunnukvøld soleiðis fyri, at øll familjan varð savnað til sangløtu. Farbróður spældi, hann var tiltikin góður sangari líka, og vit sungu, og vei tann sum ikki sang við, abbi hevði ikki gloymt sína skiparatíð, og var hugtikin av militerari disciplin. Har lærdu vit nógvar av fosturlandssangunum uttanat, og fleiri teirra sita enn sum stoyptir handan skallabeinini, t.d. tjóðsangurin.
 
Í skúlanum var eisini morgunsangur. Jenny Danielsen, skyldkona av Høgabóli og gift ommubeiggja mínum, leikti á urgu. Úrmælingurin Símun Nónklett tók sær av sangtímunum. Blokkfloytan legði botnin, fyri fyrstu ferð sá man eitt nótablað, og um tað mundið kom eitt klaver til skúlan. Í barnakórinum hjá Símuni lærdu vit agan at syngja í felag við øðrum, og kennarin av Sýnuni í Lamba stjórnaði og leikti undir á klaverinum. Seinri havi eg verið so heppin, at eg slapp at syngja við Eystankórinum hjá Símuni og nú hjá pastori Bjartalíð í Kóri Glyvra Kirkju.
 
Pápi mín keypti ein spanskan guitara í Kili í Latínameriku einaferð seinast í fimtiárunum, í hinari øldini, hann liggur nú úti undir væðingini inni á Langanesi, men tað kom ov lítið burturúr, eisini hjá mær. Fingrarnir eru sum saltstengur, ov lítið kimiligir, tí kom heldur onki burturúr hjá mær í so máta, hóast royndirnar hava verið fleiri. Kann ætla at vit eru mong, sum hava havt eitt ljóðføri standandi í stovuni, sum vit onki hegni áttu at handfara. Av tí at eg ikki hevði átt møguleikan sjálvur í ungum árum, keypti eg eitt klaver frá góða sálaða vini mínum Sjúrði Jacobsen, úr Svínoy, táið børnini vóru komin so frægt fyri seg. Tey royndu sum frægast, hjá onkrum teirra vignðist frægari enn hjá øðrum, tað veldst nú eisini um hug, og táið tey vóru flogin, stóð klaverið eftir sum eitt monstur, ið bara gjørdist bulmiklari dag frá degi, og gálvaði eftir manninum, sum ikki megnaði at fáa líkinda tóna burturúr tangentunum. Síðan Anja hjá Petur hjá Dáva, í kvøldskúlanum tók meg undir sínar veingir, hevur tað kortini verið so frægt, at eg fái onkran melodiin úr tangentunum – men lat tað verða sligið fast - við sjeytummaseymi - bert til húsbrúk. Sálaði Chopin og Andreasen hava onki at óttast, higani fáa teir onga kapping.
 
Tað er imponerandi, at politikarar í Runavíkar býráði, væl fyri mína aktivu tíð í tí gesjeftinum, hava keypt fyrst skúlanum, sum stóð á matriklinum frammanundan hesum, og síðani býráðssalinum, hvør sítt flygul. Nógv er boksað á Yamaha flygli her í høllini, og í skjótt eina hálva øld hevur tað á mangan hátt tænt sínum endamáli.
 
Fyri góðum tveimum árum síðan skrivaðu vit báðir Hans Petur í Brekkunum undir avtalu um, at Føroya Symfoniorkestur skuldi spæla nakrar konsertir í Løkshøll. Krúnan á tónleikabuli landsins. Seinast orkestrið vitjaði okkum, var stórur dentur lagdur á ljóðføri við tangentum. Hildið var ikki, at gamla Yamaha flygli kundi standa undir konertini, slitið upp av tíðarinnar tonn, og so lagaligir vóru vinir okkara í grannakommununi fyriuttan, at teir læntu okkum flygli í Fríðrikskirkjuni til konsertina. Jóhannes Andreasen leikti, og konsertin var framúr góð og gevandi.
 
Tað mundu vera fleiri enn borgarstjórin sum tá hildu, at hetta ikki var ein haldbar støða. Heldur ikki fyri eigararnar fyri uttan. Ein býur við virðing fyri sær sjálvum má eiga eitt flygul, sum kann brúkast til allar framførslur. Farið var undir fyrireikingar hesum viðvíkjandi, og endaðu tær við ferðini til Hamburgar í vetur.
 
Nú eru vit aftur í høllini inni á meginlandinum - avtikin við flyglum. Tað sæst á Jóhannesi, at hetta er hansara løta. Hann fer í eitt við ljóðmyndina. Sansar okkum ikki – kveiktur av tónum. Fingrarnir renna leikandi lættir eftir klaviaturinum. Vit bæði Urd – heimistovufólkini í Hamburg hendan dagin - sita á hvør sínum krakki og lurta, meðan kapelmeistarin, Mr. Andreasen, gongur frá einum flygli til tað næsta. So hvørt sum hann vrakar eitt teirra, verður lúkan løgd aftur, fyri ongantíð at vera latin uppaftur hendan dagin. Útihýsingarmetodan. Til endans gongur hann bara ímillum tvey teirra, umaftur og umaftur, og vit eru øll í iva. Øll hendan seancan tók fleiri tímar, munur var á ljóðinum, so fræg eru oyru míni hóast alt, men til endans, og eftir samráð við okkum, letur Jóhannes lúkuna niður á øðrum og peikar á hitt við orðunum: ”Hetta verður tað(!)”
 
Tað bleiv tað, og nú hevur júst tað úrvalda flygli staðið í Løkshøll síðan beint fyri jól í fjør. Samskip førdi tað heim. Vónandi verður tað til signingar fyri býin og tað fólk sum býr, og fer at búgva, um hesi svæði.
 
Høvdu vit bílagt tað eftir einum prískatalogi fingu vit ikki júst tað flygli, sum kvalifiseraði ráðgevin nú einaferð sáttaðist við. Samlaði kostnaðurin - við keypi, ferðaútreiðslum, flutningi og meirvirðisgjaldi - er:
 
Kr. 994.973,25

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
24. apríl 2024
Flaggdagshald í Runavík
23. apríl 2024
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu er skotin væl í gongd
22. apríl 2024
Móðurmálið og vitlíki - á hvørjum máli samskifta vit? - BEINLEIÐIS