Klokkarin í Elduvík 75

11. september 2023

Dánial Martin Hansen fyllir 75 ár ídag, 10. september, og hóast hann í gerandisdegnum er elduvíkskingur par excellence, so rennur nakað væl av fugloyarblóði í honum, - mamma hansara var úr Hattarvík. Pápin var úr Elduvík, og tey settust niður í bygdini, og soleiðis hevur Dánial Martin búð dastið av lívinum í hesi vøkru bygd, sum fram um alt er hansara eygnasteinur. Í dag búgva 15 fólk í bygdini.
 
Av ymsum orsøkum gjørdist hendan bygdin ein serlig sfera í mínum hugaheimi, heilt frá tí eg var óviti. Ein langabbasystir mín úr Niðristovu á Glyvrum giftist til Elduvíkar (hon var omma Jørgen-Frantz Jacobsen), omma mín í Gøtu átti eina sera góða vinkonu í bygdini - sum var nógv umrødd í Grógv og seinri, pápi mín búði eitt drúgt skifti undir krígnum í bygdini saman við Trinu í Liðanum, sum var gumma hansara og í fleiri ár var hon húshjálp hjá ommu mínari á Glyvrum, í realskúlanum á Glyvrum og í Hoydølum var eg floksfelagi við Leiv Clementsen, sála, og har royndi bygdarmaður hansara, elduvíkskingurin Christian Haraldsen, at læra okkum at tosa og skriva á fronskum máli.
 
Í 1968 gingu vit til Elduvíkar – vegurin kom nakað seinri - Trina, pápi, ein systir og sjálvur. Búðu hjá Jóhan í Liðanum og konu hansara. Eftir eitt drúgt vikuskifti høvdu vit verið á gátt í øllum húsunum, og blíðsskapurin var sum vera man stórur. Trina og gamli kendu hvørja kleyv, harvið var nógv at práta um. Dánial Martin hevur tá verið um 19-20 ára aldur, og helst hevur hann verið av bygdini tá. Hann lærdi til bygningssnikkara hjá Byggivirkinum í Klaksvík, og seinri arbeiddi hann í nógv ár hjá byggivirkinum Waagstein, seinri aftur á Skála Skipasmiðju og hjá Óla Chr. Danielsen.
 
Hin fyrsta august í 2010 varð eg settur havnameistari við Runavíkar havn. Soleiðis fekk eg ábyrgdina fyri havnum, bátahyljum, støðum og lendingum í allari kommununi – í 15 bygdum. Ein teirra var Elduvík. Vitjaði javnan bygdirnar, og tað gekst væl at koma á tal við bygdarfólki. Í Elduvík vóru tað serliga Dánial Martin, Anfinn Clementsen, Bjarni Garðshorn og Erling Joensen, hjá Joel, sum eg kom á tal við, og úr samrøðum við hesar menn fekk eg av álvara bygdina undir húðina aftur. Bjarni og Erling fóru í annað ljós fyri nøkrum árum síðan. Sum Janus meginskald tók til á sinni: “Har ljós brenna fá undir lágari lon, sæst gjølla, tá eitt teirra slóknar. Tá maður verður til fúkandi fon, hitt fámenta liðið hoknar”.
 
Nú er tað ikki nøkur loyna, at vit báðir Dánial Martin ikki eru serliga samdir á partapolitiska mótinum. So langt frá hvørjum øðrum sum tilber. Hann var meiri samdur við táverandi borgarstjóra - Magnus Rasmussen. Hann var heldur fámæltur fyrstu og aðru ferð eg var har norðuri, visti kanska ikki hvussu hann sum ramur sambandsmaður skuldi snúgva sær inn undir húðina á einum loysingarmanni, men mítt starv var avlúsað politiskt og partapolitiskt, og royndi eg av øllum alvi at halda stílin samsvarandi hesum. Ein dagin ringdi hann til Rasmussen borgarstjóra og helt fyri, at hasin havnameistarin hjá honum nú ikki var so galin allíkavæl. Tá brast fyri nevi, og síðan hava vit verið vinmenn. Dánial Martin er óførur at siga frá, táið okkurt krevur ábøtur í bygdini, og síðan býráðið lat mær borgarstjórasessin til láns frá 1. januar í 2016, hevur hann virkað sum eitt slag av guvernøri í Elduvík. Í dagligari talu rópi eg hann bara fyri: Guvernørurin í Elduvík. Hann var onkuntíð bygdaráðslimur í Elduvíkar kommunu, og í fleiri syftum hevur hann sitið í staðbundnu nevndini fyri bygdirnar Elduvík og Funningsfjørð. Har hittast vit eisini nakrar ferðir um árið. Tey flestu hava sæð sjónvarpsupptøkurnar í skúlanum í Elduvík, táið val hava verið. Tær eru legendariskar og Dánial Martin hevur í mong ár verið formaður í valstýrinum.
 
Nú er tað ongin loyna, at vit báðir Dánial Martin eru svornir fólkakirkjumenn. Komist ikki við nakran, sum kennir størri ábyrgd fyri kirkjuni enn júst hann. Tað er ikki bara sum at siga tað í einari bygd við 15 fólkum – men tað hevur hepnast honum sum kirkjuráðsformanni at fáa djáknar og urguleikarar úr ymsum heraðshornum í oynni, soleiðis, at guðstænasta kann verða hildin hvønn einasta sunnudag, táið tað annars er klúgvandi. Elduvíkar kirkja er partur av Fuglafjarðar kirkjusókn, prestagjaldi, og prestur vitjar tíðum bygdina í starvsørindum, og tað er mín fatan, at formaðurin og prestarnir hava havt eitt sera gott samstarv gjøgnum árini. Dánial Martin hevur sitið í kirkjuráðnum fleiri setur, og síðan 1988 hevur hann verið klokkari. Tað er ein uppgáva, sum hann tekur í størsta álvara. Hann ynskir ikki at ravmagn verður sett á kúlvin, ringjast skal við handamegi, klangurin er betri, sum hann tók til nú ein dagin, eg fregnaðist eftir, nær ið automatiseringin fór at gera innrás í torninum. Hann er mest átøkur gitna klokkaranum í Notre-Dame katedralinum í París í mannagongdini. Serliga táið hann fyri útgangsbønina fer treystliga úr kórinum aftur ígjøgnum skipið, seigliga upp ígjøgnum trappurnar, har tað ríkir so hulisliga úr hvørjum spreki, og so fær klokkan av at vita, táið hann sveiggjar kúlvin inn í hana við togendanum bregdaðum um høgra skøvning. Ongin klokkari ringir so leingi sum klokkarin í Elduvík, tað hevur hann frá pápa sínum, sum eisini var klokkari í kirkjuni. Alt tað sum hevur við kirkjuna at gera er sum eitt kall fyri hann, og hann ger tað við hugi, trúgv og kærleika.
 
Táið tað fekst í lag at geva søgnini um Marmennilin eina áminning í standmynd, var Dánial Martin – saman við Rodmundi og Rasmusi – valdur í ein bólk at skipa fyri hesum, eisini tá samstarvaðu vit væl og leingi, eftir at kommunan eisini gjørdist ein natúrligur partur av hesum átaki. Ein verkætlan sum eydnaðist væl, og fyri fáum døgum síðan skipaði sami bólkur fyri einum sera væleydnaðum Elduvíksdegi.
 
Dánial Martin er íðin grindamaður, og eisini í tí høpinum hittast vit við grindaformonnum og sýslumanninum fyri Eysturoy við jøvnum millumbilum – seinast í skúlanum í Elduvík fyri kortum. Í gamla skúlanum í bygdini – bygdur í 1887 – eigur hann nógvar løtur. Hann og onnur hava fingið eitt slag av bygdarsavni upp at standa, og í næstum verður farið undir at gera tað rúmsáttari kring um skúlan soleiðis, at hann gerst betri egnaður til bygdarinnar felagslív og til tess at taka ímóti ferðafólki – bæði av fjørðinum og oman úr fjøllunum.
 
Í dag fyllir Dánial Martin 75 ár. Hóast vit eru ósamdir um okkurt, eru vit samdir um nógv, serliga um tað sum kann vera bygd hansara til frama og menning. Í Dánial Martini fekk eg ein treytaleysan og loyalan vinmann, sum hevur verið mær og okkum, sum starvast hjá kommununi, ómetaliga góður í ávikum. Sama trúfesti sum hann sýnir kirkjuni, bygdini og kommununi, sýnir hann vinfólkum sínum. Størri dygd finst neyvan. Fyri Runavíkar kommunu og meg sjálvan fari eg við hesum fáu og fátæku orðum at ynskja tær hjartaliga til lukku við degnum, nú tú fer um trífjerðingsøldina. Takk fyri alla ta hjálp, sum vit hava fingið. Mátti byrurin verið tær blíður í ókomnum døgum. Tín vinskapur hevur munað mær og mongum væl á lívsleiðini. Tær og tínum líkum - kring um í bygdunum - fyri at takka, fann eg skjótt útav, at ein kommuna skal hugsast frá ytstu mørkum inn á miðjuna, ikki øvut, bara soleiðis fæst hon at hanga saman. Umráðandi er at varðveita serstaku mentanina í hvørjari bygd sær, annars missir kommunan optimala litbrigdið, sum ger hana áhugaverda, og ein av teimum sum borgar fyri hesum er Dánial Martin Hansen.

Seinastu tíðindi

11. juli 2024
65 & 35
11. juli 2024
Gróðursetu­fólk á Lambareiði
11. juli 2024
Jarðhita­skipan á Glyvrum
11. juli 2024
Ferðamanna­skip