Miðnáttarrøðan

11. juli 2021

Røða, sum Elin H. Joensen, ÍSF-forseti helt á miðnáttarsamkomu í Skótahúsinum við Løkin á Eystanstevnu.

Góðu Eystanstevnugestir, góðu áhoyrarar.

Tað var panikkur í føroyska róðrarumhvørvinum tann 19. juni í ár, tá ið boðini komu um, at FM-róðurin, sum skuldi vera í Kollafirði á Sundalagsstevnu, ikki kundi avgreiðast har kortini.

Tann báturin, sum skuldi halda startinum, var ikki tøkur - og vóru góð ráð dýr.

Tað stendur nógv á startlínuni, tá mongu bátarnir krøkja í hana, og eru ikki allir maskinbátar, sum kunnu nýtast til at halda startinum.

Tað stóð sjálvandi eisini nógv á teimum í Róðrarsambandinum - og ikki minst á kollfirðingum - sum ikki vistu, hvat var til ráða at taka. Tað vóru bara tríggir dagar, til róðurin skuldi vera.

Men brátt kom ein innbjóðing, sum segði, at øll vóru vælkomin at rógva Sundalagsróðurin á Runavíkini.

Tað er ikki bara-bara at skipa fyri einum kappróðri. Alt havnaøkið skal sperrast av - og kajøkið tað sama. At gera tað við so stuttum skoðbrái í eini so stórari havn, sum Runavík, er enn meiri avbjóðandi.

Men tit rættu hondina út, tá ið hini stóðu í eini óvæntaðari og óhepnari støðu. Og akkurát tað er sjálv kjarnan í øllum ítróttaranda.

Tað snýr seg um vilja. Um tað, sum bindur okkum saman, heldur enn tað, sum skilir okkum sundur. Eisini hóast vit eru argastu kappingarneytar.

Tað snýr seg um at arbeiða saman fram ímóti einum felags máli, sum gagnar øllum. Tað, sum tit gjørdu her tann 19. juni, er alla æru vert.

Sama anda sóu vit í Suðuroy, tá kappróðurin á jóansøku má útsetast til sunnudag, ov nógvur vindur var leygardagin. Tað stóðu 500 vónbrotnir og ráðaleysir rógvarar á keiini, men tað gekk bara ein lítil løta, so var innivist funnið til tey øll.

Hendan serliga andan síggja vit enn her í Føroyum. Her er enn ein sterkur felagsskapur, sum bindur okkum saman. Her hjálpast vit at.

Hetta sóu vit eisini nú, tá vit á fyrsta sinni skuldu skipa fyri Føroyaleikum.

Tað var ikki hálvtalað orð, so vóru øll, sum vit kontaktaðu, fús at vera við. Fyrireikingartíðin var ikki serliga long. Men her í Runavík, lovaðu tit beinanvegin, at tykkara frálíku umstøður kundu nýtast til Føroyaleikir - og tit hava hesar dagarnar latið býin upp fyri eini rúgvu av ítróttarfólki úr øllum landinum.

Tað ber enn til her í Føroyum. Tí vit hava enn nakað av tí gamla. Tí sosiala, sum bindir okkum saman. Og tað er sannlíkt hetta, sum fer at standa eftir í minninum hjá íðkarunum, langt eftir at úrslini eru fánað og gloymd.

***
Góðu stevnugestir

Vit hava í Føroyum havt eina støðuga menning seinastu árini. Vit eru blivin munandi meiri effekv - og tað hevur eisini smittað av á okkara børn og ungu. Tey eru von við, at alt skal ganga skjótt. At tíðin skal nýtast effektivt.

Tey, sum eru frá mínum ættarliði og eldri, droyma suffandi um tíðina, tá ið vit høvdu góða tíð. Tá man fór til ítróttarkappingar og man fakskt møtti teimum, man kappaðist ímóti. Tá øll komu saman í báti ella bussi - og blivu innkvarterað hjá privatfólki við opnum hjarta og opnari hurð.

Tá vit fóru til gongu til venjing og vit gingu heimaftur. Tá vit høvdu góða tíð at hyggja bæði at teimum, sum vandu áðrenn, og teimum, sum vandu aftaná. Tá snúði ítrótturin seg um tað sosiala - líka so nógv, sum hann snúði seg um úrslit.

Men so blivu vit støðugt effektivari. Eingin, sum í dag skal kappast á eini bygdastevnu, hevur stundir at gista. Tey koma í hvør sínum bili og fara avstað aftur, so skjótt, sum kappingin er liðug.

Tey verða koyrd til venjing og avheintað aftur - og stundirnar til at práta saman áðrenn ella aftaná venjing eru fáar. Og so slett ikki við tey, sum eru á øðrum liðum.

Vit eru effektiv. Og tað sæst eisini aftur á úrslitunum. Úrslini eru blivin so øgiliga nógv betur enn tey vóru, tá vit vóru ung. Tað er ótrúliga flott og ótrúliga gott - og eg eri sera errin av okkara dugnaligu, málrættaðu ungu, sum venja heilt øðrvísi, enn vit nakrantíð gjørdu.

Men eg ræðist eitt sindur tankan um, at vit gerast so effektiv, at tað sosiala hvørvur heilt úr ítróttinum. Tí hvørvur tað sosiala, so gerst ítróttarlívið veikari, so gerast minnini færri - og so er vandi fyri sjálvum ítróttarandanum. Tí, sum bindir okkum saman.

Tí andanum, sum vit sóu á Sundalagsstevnuni, sum varð hildin her í Runavík. Sum vit sóu, tá 500 fólk eftir eini løtu fingu ókeypis kost og logi í Suðuroynni. Og sum vit nú hava sæð við Føroyaleikum, sum eru so sera væl avgreiddir á fýra ymsum økjum í landinum.

Vit eiga hatta enn. Tað skulu vit ikki taka fyri givið, hettaa hevði neyvan verið ein sjálvfylgja í øllum londum. So vit mugu verja tað og tilvitað styrkja hendan parn av ítróttar- og frítíðarlívinum.

Við Føroyaleikum hava vit roynt at samantvinnað tað ítróttarliga og tað sosiala. Vit hava vent aftur til tann gamla mátan og hava latið fólk gist saman, har tað er pláss - til dømis í skúlum.

Vit ynskja, at tað aftur skal geva meining at taka guitaran við til ítróttarkappingar. Tí tað sosiala er hugsað við frá byrjan. Tíðin til at vera saman, knýta bond og styrkja ítróttarandan er ein raðfestur partur. Og effektivitetin lata vit tykkum fyrireikarar um, so at ítróttarfólkini kunnu dyrka alt hitt.

***

Tað er kortini ikki so, at vit í ÍSF vilja steðga menningini og effektivitetinum. Vit eru hvørki so bláoygd ella so nostalgisk, at vit vilja broyta veruleikan, sum hann er.

Men tá tingini fara at ganga alt ov skjótt, og vandi er fyri, at so stórar dygdir kunnu glíða niðurímillum, so skylda vit okkum sjálvum og okkara børnum at halda ei sindur ímóti.

Hennara Hátign Margretha Drotning, sum ætlandi skal koma á vitjan í Føroyum í komandi viku, segði tað so væl í eini nýggjársrøðu.

Hon segði: »Eg vil fegin koma við eini áheitan um, at vit av og á gera okkurt annað enn tað, sum vit plaga. Okkurt, sum liggur uttanfyri alt tað praktiska í gerandisdegnum. Royn at gera okkurt, sum ikki er neyðugt, okkurt, sum tað ikki er tørvur á - okkurt óneyðugt.«

Drotningin vísti í hesum sambandi á kreativ og handalig ítriv, men eg fari at leingja listan og eisini peika á ítrótt, skótar, sangkór, sílafisking, kortspæl, ja, hvat sum helst, sum tekur ferðina eitt sindur úr gerandisdegnum.

»Eg haldi«, segði Margretha drotning, »at tað er vigtigt við upplivingum, sum tosa til okkara sansir. Sum geva hugflognum íblástur, sum geva tankanum rúmd og sum kann gera okkara verð størri. Tað er als ikki so ónyttugt kortini.«

Eg fari at geva henni so púra rætt. Tað eru góðu løturnar saman, har einki er á skrá annað enn samvera, sum geva okkum orku til at taka tung tøk í eini knappari vend.

Til dømis at stápla ein kappróður upp á beinini tveir dagar, áðrenn hann skal vera. Ella at finna innivist til 500 fólk eftir einum fyrraparti. Ella at átaka sær at standa fyri øllum tí logistiska, øllum tí praktiska og øllum tí ítróttarliga í sambandi við Føroyaleikir.

Tær løturnar, har vit ikki gera nakað vigtigt, eru sanniliga vigtigar. Tær eru kittið, sum heldur øllum hinum saman.

***

Og her í Runavík hava tit dugað sera væl at skapað karmar. Í hesum økinum, her tit hava skúla, bókasavn, mentanarhøll, fimleikarhøll, fótbóltsvøll, ítróttarhøll, skótahús - og kanska eisini eina komandi svimjihøll, eru fantastiskar umstøður hjá børnum og ungum at sleppa kravinum um at vera effektiv - og í staðin bara vera.

Tá vit loyva børnunum at renna ímillum hesi ymsu støðini, tit hava her, og tosa við onnur, knýta sambond og forvitnast í reinari nærveru, tá gera tey sum so einki nyttugt. Men tað, segði drotningin, er als ikki so ónyttugt kortini.

Og eg eri so rúkandi samd. Tí alt tað effektiva skal nokk koma seinni - tað ivist eg ikki eina løtu í.

Her við Skálafjørðin eiga tey jú góðar fyrimyndir í tykkum vaksnu. Tað, sum eyðkennir tykkum, er, at tit eru visioner, tit eru væl skipað, røsk og arbeiðssom. Og so er tað mínar greiðu royndir, at tit eru nógv sum traðka til, tá ið nakað skal gerast, so tað ikki hvílir so tungt á nøkrum fáum herðum.

***
Og nú vit øll eru komin saman á Eystanstevnu, er tað jú nakað av tí sama. Tað er sum so eingin nytta í føroysku bygdastevnunum. Men kortini. So hava tær so sera stóran týdning. Tí tær loyva okkum at koma saman, knýta bond - og sleppa nútímans krøvunum eina løtu.

Eg vil at enda bera tykkum eina hjartans tøkk!

Takk fyri tykkara samstarvsvilja, tykkara felagsanda og tykkara gestablídni. Takk fyri, at tit mintu okkum á kjarnuna í ítróttinum, tá tit átóku tykkum Sundalagsstevnuróðurin - og takk fyri at tit enntá hava lagað Eystanstevnuna til, so hon skuldi fella saman við Føroyaleikum.

Og ikki minst, takk fyri, at eg var boðin at halda miðnáttarrøðuna her í kvøld. Tað hevur verið mær ein stórur heiður.

Framhaldandi góða Eystanstevnu øll somul.

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
24. apríl 2024
Flaggdagshald í Runavík
23. apríl 2024
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu er skotin væl í gongd
22. apríl 2024
Móðurmálið og vitlíki - á hvørjum máli samskifta vit? - BEINLEIÐIS