Wolfgang í Gulu smiðju

26. oktober 2026

Fríggjakvøldið tann 6. november kl. 21.00, kunnu ung sum eldri, koma á konsert við bólkinum Wolfgang í Gulu smiðju.

Bólkurin Wolfgang kom fram sum partur av føroysku rokk-rørsluni í nítiárunum og skein bjart til ljósið sløknaði fyrst í 00’unum.
Limir í bólkinum hava seinni sett teirra fingramerki á heimstónleikin við Týr og spælt runt landið í ymsum samanhangum.

Vinarlagið millum limirnar og felagsskapurin í bólkinum hevur tó altíð verið har og fyri stuttum komu teir við síni fyrstu heildarútgávu, sum ber sama navn sum bólkurin. Síðani hava teir spælt nakrar konsertir og til býarskáan í Runavík 6.11.26 eru vit so heppin at hava fingið teir í Gulu smiðju! Tað verður standikonsert, hart og beint á!

Atgongumerki á 200 kr fáast á atgongumerki.fo og við dyrnar. Ung undir 18 sleppa inn fyri 100 kr.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Økistónar hava stuðlað konsertini. 

Seinastu tíðindi

26. oktober 2026
Wolfgang í Gulu smiðju
16. oktober 2026
Konsert í Funnings kirkju leygar­dagin
15. oktober 2026
Gøtuljós í Funningsfirði
01. oktober 2026
Í kvøld, 1. oktober, letur kvøldskúlin upp fyri tilmeldingum