Í kvøld, 1. oktober, letur kvøldskúlin upp fyri tilmeldingum

01. oktober 2026

Frá í kvøld, 1. oktober kl. 18:00, ber til at melda seg til tey ymsu skeiðini, ið eru á skránni hjá Kvøld- og ungdómsskúlanum í Runavíkar kommunu í vetur.

Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni www.kurk.fo. Har ber somuleiðis til at lesa frágreiðingar um tey ymsu skeiðini, sum í vetur eru:

At halda hvast - verkstova í at hvessa amboð, Bachata fyri byrjarar, Binding og hekkling fyri byrjarar, Boccia 1 og 2, Brodering, Byrjanarskeið í seyming, Byrjanarsvimjing fyri vaksin, Dugnaskaparroynd í sigling, Enskt samrøðuskeið, Evning og list fyri børn í 3.-5. flokki, Fólkadansur fyri børn og vaksin, Føroyskt fyri byrjarar, Føroyskt teknmál, Frá ljóði til tónleik - verkstova í ljóðlist, Gittarspæl fyri byrjarar, Gittarspæl fyri framkomin, Glaslist 1, Glaslist 2 - fyri ung, Glaslist 3 - fyri tvey ættarlið, Glaslist 4, Glaslist 5 - dagsskeið, Háprent (linoliumsskurður o.a.), Horn-, stein- og silvurarbeiði 1 og 2, Hornorkestur, Klaverspæl 1 og 2, Kór, Koyrikort til prutl, Kvæði og føroyskur dansur, Leirarbeiði kvøldskeið, Leirarbeiði seinnapartsskeið vetur, Leirarbeiði seinnapartsskeið vár, Lesibólkur fyri børn við vaksnum, Ljóðtøkni og tónleikaframleiðsla, Møbilpolstring 1 og 2, Solosangur, Telving fyri børn, Trúarlæra, Veving og Ættargransking.

 

Skeiðið "At halda hvast - verkstova í at hvessa amboð" er júst komið á skránna. Tað eru Johan Elkjær Hansen og Piddi Lamhauge, ið standa fyri hesum eindagsskeiði í skúlanum við Løkin. Til ber at lesa nærri um forkunnuga skeiðið á heimasíðuni.

 

Vónandi verður tikið væl undir við teimum mongu skeiðunum aftur í ár.

 

Kvøldskúlaleiðarin, tlf. 237081

Seinastu tíðindi

01. oktober 2026
Í kvøld, 1. oktober, letur kvøldskúlin upp fyri tilmeldingum
30. september 2026
ÆVINTÝRAFERÐIN Í LØKSHØLL
25. september 2026
Artur Johansen
25. september 2026
1. oktober kl. 18:00 letur kvøldskúlin upp fyri tilmeldingum