Við Norðurlendska Ráðharraráðnum í náttúruperluni í Skálafirði

24. august 2026

Í samband við verkætlanina Náttúruperlan í Skálafirði, vóru vit fríggjadagin ein gongutúr í vakra økinum saman við umboðum fyri Norðurlenska Ráðharraráðnum. Verkætlanin í Skálafirði er ein av sjey, sum hava fingið stuðul gjøgnum Local Synergy Projects undir Nordic Nature Programme 2026–2027 hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Ein slíkan vakran seinsummardag í august er nógv at síggja í ósanum, og Tróndur Herason Olsen var óførur at greiða frá mongu fuglasløgunum, sum koma langa leið at leita sær føði har.

Á ástaðarfundinum vóru Niklas Sjøbeck Jørgensen, Lisa Randi í Dali, Theresa Jákupsdóttir umboðandi Umhvørvisstovuna og programmi hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum. Frá Runavíkar kommunu luttóku Torbjørn Jacobsen, Marita Súsanna Hentze, Tróndur Herason Olsen og Sigrid J. Dalsgaard.

Sáttmáli undirskrivaður

Aftaná ástaðarfundin var farið á kommunuskrivstovuna at undirskriva sáttmálan um stuðulin.

Norðurlendska Ráðharraráðið hevur játtað 975.000 kr til Runavíkar kommunu til verkætlanina Náttúruperlan í Skálafirði og vit gleða okkum til at halda á við at menna margdfeldi í kommununi.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Niklas Sjøbeck Jørgensen, umboð fyri Norðurlendska Ráðharraráðið

 

 

Seinastu tíðindi

24. august 2026
Við Norð­urlendska Ráðharraráð­num í náttúruperluni í Skálafirði
18. august 2026
Rottangatøming í Saltangará
18. august 2026
"VILLA HJARTAÐ" - SØGUR ÚR ÍRLANDI
12. august 2026
Rottangatøming á Lambareiði, Lamba og Glyvrum