Rottangatøming í Saltangará

18. august 2026

Reinsitænastan hjá IRF byrjar í dag at tøma rottangar í Saltangará. Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá IRF, at rottangarnir eru klárir, tá ið IRF koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.

Tað er sera týdningarmikið, at tit ikki sjálvi loysa lokið á rottanganum, tí tað kann verða vandamikið, um opið er niður í rottangan. Harafturat kunnu skrúvur og annað blíva burtur. Tí skulu okkara rottangamenn loysa lokið á tanganum og festa tað aftur, tá ið arbeiðið er liðugt.

IRF heitir á fólk um at tryggja:

·         at tangin er lættur at koma til

·         at tað er grivið væl frá rundan um lokið

·         at lokið er væl fest, men lætt at loysa

·         at lokið er trygt og heilt

·         at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt

 

Eru omanfyri nevndu viðurskifti ikki í lagi, verður tangin ikki tømdur. Meira kann lesast um hetta á www.irf.fo/rottangatoming/

IRF

Seinastu tíðindi

15. september 2026
Heimsstjørna og Føroya Symfoniorkestur í Løkshøll
15. september 2026
Kunning frá Landsverk
14. september 2026
Kvøldskúla­skráin í Runavíkar kommunu er klár
11. september 2026
Grundøki eystan fyri Líknargøtu í Saltangará til sølu