Vit basa rottu saman

15. juli 2026

Vit hava avbjóðingar av rottum fleiri staðni í kommununi og vit hava brúk fyri tínari hjálp. Fólk eru ófør at boða kommununi frá um rottu og vit hava framúr góðar aktingarmenn, sum røkja uppgávuna til fulnar. Við tínari hjálp kunnu rotturnar gerast færri og fjølbroytta fuglalívið við Toftavatn fær tað enn betur.

Síðani vit byrjaðu at skrásetta rottufráboðanir, hava vit staðfest nøkur støð, sum áhaldandi hava avbjóðingar. Nú fara vit at royna sama leist, sum úti í stóru verð. Vit fara at heita á teg, um at ikki geva dunnunum.

Økið er frá Skúlanum við Løkin og við Toftavatn. Her liva rotturnar tíverri sera væl. Her eru góðar umstøður við atkomu til vatn, skjól og mat úr náttúnuni. Harumframt eta rotturnar av matinum, sum vit geva dunnunum og øðrum fugli.

Dunnurnar við Toftavatn hava tað sera gott, har er góður matkovi í náttúruni og hóast at dunnurnar fegnar koma móti tær, tørvar teimum ikki breyðið í posanum. Tískil fara vit nú at heita á teg, um at njóta alt fuglalív framvið Løkin og Toftavatn, uttan at geva djórunum sum har búgva – hvørki dunnum, hønum, likkum ella rottum. 

Tað er trupult at fáa rottunar at fara í kassan at eta eitur, um nógv annað gott og lætt er at fáa

Aktingarmennirnir skráseta hvussu títt teir fylla kassarnar við eituri, hvussu nógv verður etið av eitrið millum áfyllingarnar. Tíverri er ikki freistandi hjá rottunum at fara í kassan at eta eitur, um rotturnar heldur kunnu velja gott breyð.

Vit vænta at síggja ágóðan av hesi broyting, tá veturin er av. Rotturnar hava tað truplast um veturin og tá er møguligt, at tær fara í kassan at eta etrið.  Um tær ikki fáa breyð og annað fóður komandi tíðina, kann hetta ávirka hvussu nógvir rottuungar koma undan og harvið verða færri rottur at basa. 

Vit hava sett stórar fyribils plakatir upp, tí vit biðja fólk um at broyta atburð. Vit eru greið um, at tað er stór gleði at geva dunnunum, men tíbetur eru tær framvegis stuttligar at hyggja at, tá tær sutla og skvatla í Løkinum.

Seinastu tíðindi

15. juli 2026
Vit basa rottu saman
13. juli 2026
Kommunuskrivstovan í summarfrí
09. juli 2026
Laksatorgið verður leygar­dagin
08. juli 2026
Setanarrøðan á Skálastevnuni