Kunngerð um broyting av býarplaninum fyri Runavíkar kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi hin 28. mai 2026 og 25. juni 2026, hevur samtykt broytingar í býarplaninum fyri Runavíkar kommunu
Broyting av býarplani
Æðuvík
Broyting av býarplani fyri Æðuvík soleiðis, at grundstykki matr nr. 23, sum er 125 m2 til støddar, verður broytt frá E1-landbúnaður innangarðs til B24-bústaðarøki.
E1 til B2 øki - fyri og eftir broyting - Æðuvík
Glyvrar
Broyting av býarplani fyri Glyvrar soleiðis, at grundstykkini matr. nr. 100a, 100b og 95, Glyvrar, í samráð við Tjóðsavnið, verða broytt frá F1-friða øki til B6-bústaðarøki og uml. 230 m2 av matr. nr. 68a, Glyvrar, verður broytt frá E1-landbúnaður innangarðs til B6-bústaðarøki.
F1 til B6 á Glyvrum
Skála
Broyting av býarplani soleiðis, at uml. 1.000 m2 av matr. nr. 507 verður broytt frá E1-landbúnaður innangarðs til B18-bústaðarøki.
F1 til B18 á Skála
Broytingarnar í býarplaninum eru til skjals í upplatingartíðini á Býráðsskrivstovuni í Saltangará
frá 2. juli til 17. juli 2026 og á Visti Runavík, Heiðavegur 13 frá 20. juli til 13. august 2026
og á heimasíðuni www.runavik.fo.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 13. august 2026.
Runavíkar býráð
Seinastu tíðindi