Vælkomin á Eystanstevnu

10. juni 2026

Í vikuskiftinum verður skipað fyri Eystanstevnu. Tað eru lokalu ítróttarfeløgini, sum skipa fyri siðbundnu summarstevnuni.

Stevnuøkið er, eins og seinastu árini, á Heiðavegi áraka Gulu smiðju. Har vera umframt stóra teltið, hoppiborgir, ponyríðing og alskyns til børnini at royna.

Ítrótturin fyllir, sum vera man, nógv. FM-kappróður er leygardagin, og um kvøldið bresta NSÍ og B36 saman í dysti í MeistaraDeildini hjá monnum - hesin dysturin er eisini steypadystur.

Onnur forkunnug ítróttartiltøk eru eisini. Beint eftir setanina fríggjadagin spæla umsitingarnar hjá Runavíkar kommunu og Eysturkommunu steypadyst við Løkin. Støkk bjóðar børnum vælkomnum til Bylgjuland í Bylgjuni. Og á middegi sunnudagin er nýggja svimjihøllin karmur um svimjipartin av triathlonkapping á OL-teininum. Tað er lokala súkklufelagið TROY, sum skipar fyri - og tey skipa eisini fyri sonevndari býarkoyring - criterium - fríggjakvøld. Landsliðsleikarar í hondbólti vitja Bylguna sunnudag seinnapart. Og samstundis verður kappsigling við seglum á fjørðinum.

Tiltøk av meiri mentanarligum slag eru t.d. setanin fríggjadag kl. 17 í skýlinum við Løkin - Arnfinn Langgaard, formaður í ítróttarnevndini setir stevnuna. Gula smiðja hevur konsert við Joe & the Shitboys fríggjakvøld og bæði føroyskt karaoke og Silent Disco leygarkvøld, Die Færøsche polkaband spælir á stevnuøkinum tíðliga leygarkvøld, og annars er teltið á stevnuøkinum karmur um pub quiz og syngið við leygarkvøld. Og sunnukvøldið endar stevnan við einum braki av eini kvøldsetu í Løkshøll.

Um ein gerst svangur á stevnuni verður, umframt lokala kaffisølu til ymsu tiltøkini, víst til nógvu matstovurnar í økinum kring stevnuøkið - upplatingartíðir hjá teimum eru niðanfyri skránna.

Vitja eisini Facebook-síðuna hjá Eystanstevnu fyri at fáa dagførdar upplýsingar undir stevnuni.

Sí alla skránna niðanfyri:

Seinastu tíðindi

08. juli 2026
Setanarrøðan á Skálastevnuni
07. juli 2026
Rannsóknarstovan stongd
04. juli 2026
Undanvitjan til Oyggja­leikir­nar 2027
02. juli 2026
Kunngerð um broyting av býarplani­num fyri Runavíkar kommunu