Setanarrøðan á Skálastevnuni

08. juli 2026

Setanarrøða, sum Magni Højgaard helt á Skálastevnu 2026

Góða skálafólk, skálfirðingar og onnur vitjandi.

Góðan morgun og væl gagnist!

Sløkkiliðið hesumegin fjørð hevði einaferð herfyri eina venjing umborð á skipi, ið lá niðanfyri turkihúsið.
Hetta var fyrsta venjing hjá onkrum av nýggjastu limunum hesumegin, og hevur viðkomandi sagt frá, at hann var ikki lítið forskrektur og ørkymlaður av desibellinum og málbrúkinum sum gekk fyri seg á kaiini nakað inn í venjingina. Tað manglaði bara holdleiðarin, formaðurin hjá Mest, og roykkavari nr. 2, 1. varðamaður sambandsfloksins, fóru til hendurs.
Nýggi strandingurin fann tó skjótt útav, at tá farið varð til kaffi, og alt skuldi evaluerast, so var lagið heilt í topp, og somu menn mest sum hálsfevndust, meðan teir ruddaðu.
Tað er nemliga eitt serstakliga gott samanhald í sløkkiliðnum. Man passar væl uppá hvønn annan, og er hetta nakað eg ofta hugsi um, og javnan brúki sum dømi um, tá eg tosi um samanhald, og hvussu vit eiga at ansa eftir hvørjum øðrum.

Nú skal hetta ikki vera politiskt, og so slett ikki partapolitiskt. Men eg má líka nevna, at Sambandsflokkurin fekk smá 40% av stemmunum á Skála í ár. Sjálvur fekk eg 104 stemmur, harav heili 12 fólk høvdu brævatkvøtt. Eg fekk smáar 150 atkvøður hesumegin fjør, og er hetta grundarlagið undir mínum tingsessi. Hjartaliga takk fyri tað!
Tað er trupult at rúma, og sera ringt er at seta orð á tað takksemið, sum eg merki, tá eg síggi hesi tøl.

Hetta valið hevði millum annað við sær, at eg herfyri fekk høvi at heilsa uppá Íslendska forsetan og mann hennara, tá tey vóru á almennari vitjan í Føroyum.
Í Norðurlandahúsinum bjóðaðu tey til móttøku, har eg fekk høvi at tosa stutt við tey, og takka henni fyri eina sera góða røðu.

Røðan, sum hon helt har, var sterk og sigandi fyri tíðina vit eru í.
Forsetin kom inn á eina álvarsliga hending, har hon tosaði um, hvussu ein ung kvinna misti lívi í einum ógvisligum harðskapsmáli. Hetta førdi við sær, at hon fór út og tosaði við ung, og hvat tey hildu um sína støðu. Eitt sum yvirraskaði var, at ”einsemi” fylti sera nógv í samrøðunum. Einsemi og øll hjáárini ið koma í kjalavørrinum av hesi støðu og kenslu.
Tað sum sat eftir hjá mær av røðuni, var serliga ein lítil partur mitt í:

“They ( tað er tey ungu ) understand something profound:
A society cannot meet hard times with hard measures alone. Nor can people be
punished into a sense of belonging. Belonging must be built. It requires care,
attention and human connection. It must be nurtured and protected.”

Eitt samfelgag kann ikki einans møta hørðum tíðum við hørðum metodum. Tað, at føla seg sum part av nøkrum, má skapast og fjálgast um.

“People cannot be punished into a sense of belonging.” Fólk kunnu ikki straffast til at føla seg hoyra til. Hetta er umráðandi at leggja sær í geyma!

Vit kunnu draga orðini hjá íslendska forsetanum inn í okkara gerandisdag og hugsa um, hvussu okkara støða er. Hon segði, eftir at hon hevði verið úti og tosað við tey ungu, at tað tey spurdu eftir tilhoyri, kontakt, ella uppmerksemi. Føroyskur ungdómur sigur tað sama.

 

Hesi ungu blivu spurd hví einsemi veksur millum tey, og tey svaraðu, at hóast tey talgilt altíð eru “connectaði”, so er hendan kontakt so fragmenterað, so avkubbað og køld, at hon kann skapa menniskjaligt einsemi.
So hesi ungu ynsktu mest av øllum at hoyra til, at blíva hoyrd av umhvørvinum og umsorganarpersónunum.

“It takes a village to rase a child”, er setningur, ið eg havi brúkt ofta eftir hondini.

Eg var, saman við øðrum góðum fólkum, í einum arbeiðsbólki fyri nøkrum árum síðan. Hetta var afturi byrjanini av tí, sum í dag er “Barnaverkætlanin”. Eg var við sum leiðari í Almannaverkinum, og fleiri økir og fakbólkar vóru við. Eisini var okkurt avvarðandi umboð við.
Tá vit tosaðu runt um borðið, var eitt afturvendandi tema og orð “Inklutión”.
Vit tosaðu úr ymiskum sjónarhornum, um hvat er gott og umráðandi fyri útvikling og trivna hjá børnum okkara, og hetta orðið gekk aftur hjá mestsum øllum.
Hvussu bera vit okkum at, soleiðis at øll børn og ung blíva hoyrd og fáa ein møguleika? Hvussu bera vit okkum at, so at vit leggja niður í okkara børn, at man skal taka sær av hvørjum  øðrum, og ikki útihýsa hvør annan?
Eg minnist, at vit vóru tveir frá postnummari 480 við í arbeiðsbólkinum, og eg minnist at vit sóu Skála sum eitt sera gott stað at búgva í. Her er sera gott samband millum stovnar, feløg og virksemi annars. Skála var gott at brúka sum dømi í arbeiðsbólkinum, tá drøftað bleiv, hvussu øll saman kunnu varða um og ansa eftir børnum okkara.
Postnummar 480 skal spyrja seg sjálvt, um øll her eru samd í hesum.

Børn eru ongantíð trupulleikin ella avbjóðingin. Børn útrykkja sum oftast tann trupulleika sum er í samfelagnum.
Í hesum døgum er nógv fokus á skúlafráveru, og nógv blívur tosað um sosialar miðlar, skermar og hvussu vit kunnu seta foringar ella avmarkingar á hetta. Og tað er gott og neyðugt.
Hinvegin skulu vit vaksnu eisini hyggja at okkum sjálvum. Hvussu nógv eru vit stýrd av skermum og sosialum miðlum? Hvussu oftani vóru vit ikki nærverandi, tá eitt barn hevði tørv á okkara hjálp av einum ella øðrum slag? Eitt barn sigur tað ikki altíð við orðum, men kanska oftari í gjøgnum  atferð. Eru vit ikki sjálvi til staðar, so síggja vit heldur ikki byrjanina til mistrivna, rópið um hjálp ella okkurt triðja ið barnið roynir at fortelja okkum. Og tá eitt barn ikki verður hoyrt fyrstu, aðru og triðju ferð, so gevst tað.

Eg havi altíð verið sera takksamur fyri, at onnur fólk vilja ofra tíð og orku uppá at taka sær av mínum børnum, ofta fyri lítla ella onga samsýning. Í okkara føri er tað kanska serliga ítróttarfeløgini í bygdunum hesumegin, talan er um. Men tøkkin skal vera til øll sløg av sosialum felagsskapum og samkomum her.
Eg kann eisini nevna, at vit búgva á ytra Skála, og eg havi ófatiliga stóra gleði av vakra økinum kring Prestá. Har havi eg ikki verið nøkur ørn sum gartnari. Men eri sera takksamur fyri ta tíð og orku, ið summi brúka har.
Og soleiðis kundi eg blivið við, men tað hevði verið ov leingi, og røðan er longu í longra lagi.

Hetta er alt við til at skapa trivna. Trivna fyri tey ið finna gleði í arbeiðnum, trivna fyri tey ið nýta gott av hesum átøkum. Og trivna fyri tey, ið kanska ikki megna at rætta eina hond í løtuni, men  kunnu fáa upplittandi og stimbrandi løtur av hesum sama.

Trivnaður og inklutión ganga hond í hond. Her hevur fokusið verið nokkso nógv á børnum og ungum, men hetta er galdandi fyri fólk í øllum aldri.

Ja, inklutión, hetta at vera bjóðaður vælkomin er nakað, vit øll hava tørv á. At føla seg hoyrdan, møttan og  virðismettan. Tað er líkamikið hvat starvsheiti er, ella um har yvirhøvur er nakað starv.
Eg kann taka meg sjálvan, ið ofta fái at vita, at eg eri nokkso framligur, sum eitt lítið dømi:

Lena Poulsen, svigeromma mín, náddi høgan aldur. Dagin fyri jarðarferðin skuldi vera, ringdi Halgrím til mín og spurdi, um eg kundi syngja fyri líki hendan dagin. Honum dámdi væl, at onkur avvarðandi var millum sangararnar. Eg játtaði. Tá vit komu í kirkju og eg setti meg inn í kór, hevði yngri svágur mín hugsað: “Oh harragud Magni er framligur also, sjálvandi setur hann seg bara har í dag”. Hann visti ikki, at grannin omanfyri vegin frammanundan hevði ringt til mín.

Og sum eg var inni á í byrjanini, so er eg júst byrjaður í einum sera spennandi starvi. At sleppa at vera við í “maskinrúminum” í Føroyum er sera spennandi og priviligerað. Tað er eisini nakað eg skal vera eyðmjúkur um og fara um við størsta varsemi.

Omanfyri tingsalin, hinumegin gongina, har man kemur inn, er kantinan hjá Løgtinginum.
Ein dagin var eg eitt sindur seinur til døgurða. Tá eg kom inn, skannaði eg skjótt rúmið, meðan eg gekk yvir í endan at fáa mær uppá talerkin. Meðan eg fái mær av altíð vælsmakkandi matskránni, so observeri eg, at tað sita fólk við 4 borð, og har sær ikki út til at vera nakað pláss.
Kanska okkurt pláss var ímillum onkrastaðni, har fólk líkasum lenaðu seg inn yvir stólin.

Tá eg var liðugur at fáa mær uppá talerkin og fekk mær vatn í glasið, hugdi Hervør upp og rópti: “Her er pláss Magni”.
Tað var sera gott fyri meg, sum hesa løtuna var nokkso nýggjur og eitt sindur nervøsur, at hoyra onkran biða meg koma at seta meg. So slapp eg frá at spyrja ella at seta meg einsamallan við eitt borð, og so fáa uppmerksemi fyri tað.
Øll skulu føla seg vælkomin, og øll skulu gera sítt, tað tey megna, so at onnur føla seg vælkomin. Ein og eg altíð havi følt meg vælkomnan og møttan her á Skála.

Her á postnummar 480, ja vit kunnu taka 485, 494, 490 og bygdirnar vestanfyri við, hava vit eitt sera gott, kærleiksfult og omsorganarríkt lokalsamfelag, og latið okkum øll síggja styrkina í tí.
Vit síggja javnan fólk taka tøk fyri bygdirnar her. Vit síggja javnan fólk rætta eina hond, tá okkurt er á vási.
Og nakað sum eg havi beundrað síðan eg flutti í økið er, hvussu fólk uppá kryds og tværs ganga hvør øðrum til handa, tá á stendur. Eitt sindur sum sløkkiliðið, tað verður ikki spurt um so nógv, man er har, um tað yvirhøvur letur seg gera.

Latið okkum halda fram við hesum, latið okkum eisini havi eygu og oyru opin í gerandisdegnum, vera til staðar, ordiliga til staðar. Tey, sum megna tað, fáa á hendan hátt kanska møguleika at møta og leiða tey, sum av onkrari orsøk ikki megna tað í løtuni, og fylgjast við teimum fram á leið í tilveruni, ið við øll eru partur av. Tí:

veit eg at lívið er gáva, eitt dýpi av dýrari tíð
sum øll skulu valla ígjøgnum, rekast og villast inní

So góða skálafólk og øll somul, eg ynski okkum øllum eina góða stevnu hesar dagarnar. Latið okkum stuðla øllum sum skal fara fram og rætta eina hond har tað letur seg gera.
Jesus signi okkum øll. Takk fyri.

Seinastu tíðindi

08. juli 2026
Setanarrøðan á Skálastevnuni
07. juli 2026
Rannsóknarstovan stongd
04. juli 2026
Undanvitjan til Oyggja­leikir­nar 2027
02. juli 2026
Kunngerð um broyting av býarplani­num fyri Runavíkar kommunu