Ruddingardagur 2026

26. mai 2026

Tann ljósa tíðin er komin, og plantulívið er so smátt byrjað at spíra. Runavíkar kommuna heitir aftur í ár, á allar borgarar um at taka lut í árligu ruddingini, og á tann hátt verða við til at fríðka um heimstaðin.

Kemur tú fram á garðaskøru, har sum tú ruddar, kanst taka hana upp og koyra hana í ruskposan, tí garðaskøran skal ikki í kompost.

Meira kunning um garðaskøruna er inni á heimasíðuni hjá kommununi undir umhvørvi, sí https://runavik.fo/innraesnar-plantur.

 

Heitt verður á grannaløg um at skipa seg í økinum, har tey búgva.

Soleiðis verður ruddað:

 

27. mai

Rituvík

Lýst verður við tiltakinum á facebook-bólkinum hjá bygdini. Ein heitur rættur verður bjóðaður ísv. við ruddingina.

 

28. mai

Oyndarfjørður

Lýst verður við tiltakinum á facebook-bólkinum hjá bygdini. Ein heitur rættur verður bjóðaður ísv. við ruddingina.

 

Lamba og Lambareiði

Tiltakið byrjar kl. 16.00 í skúlanum í Lamba. Enda verður við grýturætti kl. 18.30.

 

30. mai verður ruddað í hesum bygdum

Funningsfjørður – Byrjað verður kl. 9.00 við morgunmati í skúlanum.

Funningur – Byrjað verður kl. 9.00 við morgunmati í skúlanum.

Runavík, Saltangará og Glyvrar – Byrjað verður í Gulu smiðju kl. 10.00 við morgunmati.

Skála – Byrjað verður í Ítróttarhøllini á Skála kl. 9.00 við morgunmati.

Skálafjørður – Byrjað verður kl. 9.00 við morgunmati í gamla skúla.

Skipanes – Byrjað verður við Kaihúsið kl. 10.00, aftaná ruddingina verður bjóðað inn til ein heitan rætt í Elim kl. 13.00.

Søldarfjørður – Byrjað verður við spæliplássið í Søldarfirði kl. 10.00, aftaná ruddingina verður bjóðað inn til ein heitan rætt í Elim kl. 13.00.

Æðuvík – Byrjað verður kl. 10.00 við morgunmati í missiónshúsinum.

 

Handskar og posar eru at fáa.

 

Burturkast

Burturkastið skal koyrast í posar og setast framvið teimum størru vegunum.

Heitt verður á fólk um at skilja ruskið og leggja tað sum ikki brennur og oljudunkar við síðuna av ruskposanum.

 

Seinastu tíðindi

26. mai 2026
Ruddingardagur 2026
22. mai 2026
Fíggjarleiðari til Runavíkar kommunu
22. mai 2026
Broytingar í innsavning­ini eftir hvítusunnu
21. mai 2026
Umvælingar og røkt