Fíggjarleiðari til Runavíkar kommunu
22. mai 2026
Eitt starv á ovastu rók í eini av skjótast vaksandi kommunum í landinum er leyst at søkja, nú Runavíkar kommuna skal hava ein nýggjan fíggjarleiðara
Runavík er ein brennidepil fyri vinnuligum virksemi og mentan, og er vorðið eitt veruligt tyngdarpunkt í meginøkinum. Hetta er ein kommuna við nýhugsandi atdráttarmegi, ið tú nú kanst vera við til at stýra.
Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina av at bókhald, roknskapur, fíggjarviðurskifti og lønarviðurskifti verða umsitin á ein slíkan hátt, at tað altíð er ein greið og álítandi mynd tøk av fíggjarstøðuni hjá kommununi.
Nærri lýsing av starvinum, førleikakrøvum, setanartilgongd o.a. síggjast í leiðaraprofilinum.
Les meir um starvið á: Leys størv - Runavíkar Kommuna
Seinastu tíðindi
18. juni 2026
Røðan við Toftavatn
18. juni 2026
Børn í Varðanum á Skála savnað 10.000 kr til Team Rynkeby
16. juni 2026
Rottangatøming í Oyndarfirði og Rituvík
15. juni 2026
Summarkvøld við Toftavatn