Leys størv
Tá ið størv eru leys at søkja hjá Runavíkar kommunu, verða tey lýst her á síðuni.
Byggifrøðingur til Runavíkar kommunu
Ert tú byggifrøðingur kundi hugsað tær starv á framsøknari deild?
Starvið
Runavíkar kommuna søkir eftir byggifrøðingi til spennandi starv á Teknisku deild. Tekniska deild skal m.a. tryggja, at felagsognin hjá kommununi er væl røkt, og at byggiverkætlanir vera framdar skynsamt. Høvuðsuppgávan hjá byggifrøðinginum er at leggja ætlanir og at fremja hesar í verki.
Uppgávur
Byggifrøðingurin vísir til býarverkfrøðingin, og uppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar:
Stýring av viðlíkahaldsarbeiði fyri kommunalar bygningar og ognir
Projekteringsarbeiði og stýring av byggiverkætlanum
Tvørfakligt verkætlanararbeiði í sambandi við projektering, útbjóðing, eftirlit og byggiroknskap
Luttøka í dagligum umsitingarligum uppgávum
Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði
Fakligir førleikar
Ynskiligt er, at umsøkjarar hava hesar fakligu førleikar:
Útbúgving sum byggifrøðingur við handverkaraútbúgving ella byggitøkningur við handverkaraútbúgving
Tekniskan førleika í projekteringsarbeiði og stýring av byggiverkætlanum
Duga at brúka viðkomandi teknisk forrit, eitt nú AutoCad/Revit
Persónligir eginleikar
Tað er umráðandi, at tú er røkin, fyrikomandi, opin og dámar væl at hava ábyrgd. Tað er eisini týdningarmikið, at tú hevur góð evni at samstarva og samskifta við ymiskar áhugapartar, sum borgarar, vinnulív og almennar myndugleikar. Harumframt er umráðandi, at tær dámar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
Løn og setan
Miðað verður eftir, at starvið kann verða sett frá 1. februar 2027 ella eftir nærri avtalu. Starvið sum byggifrøðingur verður lønt sambært sáttmála millum Akademikarafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn og upplýsingar
Umsókn, saman við CV, mynd, avriti av prógvi og møguligum viðmæli/um, skal sendast við telduposti til: marita@runavik.fo.
Umsóknin skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 4. desember 2026.
Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Maritu Hentze, býarverkfrøðing á tlf. 237070, ella við telduposti til: marita@runavik.fo.
Um Runavíkar kommunu
Runavíkar kommuna er ein kommuna í menning og broyting, har tú hevur møguleika at gera tína ávirkan galdandi. Runavíkar kommuna er triðstørsta kommuna í landinum og búgva uml. 4.650 fólk í teimum 15 bygdunum, sum hoyra til kommununa. Á Teknisku deild, sum er eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, starvast í løtuni 2 verkfrøðingar, 3 byggifrøðingar, 1 umhvørvisfólk og 1 rakstrarleiðari, umframt býarverkfrøðingin og 1 samskipara. Harumframt hava uml. 15 starvsfólk, umvegis rakstrarleiðaran, tilknýti til Teknisku deildina.
Samfelagsfrøðilig høvuðsuppgáva / Starvslesandi
Hvørja ávirkan hevur frítíðarkortið á børn og familjur?
Skal tú undir at skriva høvuðsuppgávu, ella skal tú møguliga í praksislæru?
Runavíkar kommuna leitar eftir einum eldhugaðum lesandi, til dømis innan samfelagsfrøði, fólkalívsfrøði, sosiologi ella líknandi, sum vil samstarva um eina verkætlan við fakligum og samfelagsligum virði.
Um uppgávuna:
Síðani 1. januar 2020 hevur Runavíkar kommuna havt eitt frítíðarkort til børn og ung, sum gevur teimum møguleika at luttaka í ítrótti, frítíðarvirksemi og kvøldskúlaskeiðum á jøvnum føti, óansæð fíggjarliga bakgrund. Kommunan hevur frá byrjan savnað hagtøl í sambandi við frítíðarkortið Spjaldur. Hagtølini umfata upplýsingar um:
- Hvørji nýta skipanina
- Hvørji tilboð verða vald
- Hvussu nógv tilboð verða vald
- Hvar í kommununi brúkararnir búgva
Harumframt er kommunan sinnað at stuðla víðari greiningum, sum kunnu vera:
- Spurnarkanningar millum brúkarar og foreldur, sum kunnu geva eina størri innlit í teirra royndir og upplivingar við skipanini
- Kvalitativar samrøður við útvaldar bólkar fyri at skilja sosiala, ítróttarliga og búskaparliga týdningin av kortinum
Tín uppgáva verður at brúka hesi dátugrundarløg til at svara spurningum, ið kunnu varpa ljós á eitt ella fleiri av hesum evnum:
- Hvussu Spjaldur ávirkar sosiala og ítróttarliga luttøku hjá børnum og ungum
- Fíggjarligu ávirkanina á familjurnar og kommununa
- Geografiska og demografiska útbreiðslu í kommununi og nýtslu av tilboðunum
- Hvat brúkarar og foreldur sjálvi halda um tiltakið
Hvørjum leita vit eftir?
Vit ímynda okkum, at tú ert lesandi innan eitt samfelagsfrøðiligt øki, til dømis fólkalívsfrøði, sosiologi ella samfelagsfrøði. Tú hevur áhuga fyri at arbeiða við dátugreining, spurnarkanningum og samfelagsligum spurningum og vil granska við denti á lokalsamfelagið.
Hvat bjóða vit?
- Atgongd til eina áhugaverda dátugrunn
- Møguleika fyri at gera nýggjar spurnarkanningar og samrøður í samstarvi við kommununa
- Møguleika fyri at nýta verkætlanina sum part av tínum lesnaði, t.d. bachelor- ella masterritgerð ella sum ein part av praksislæru hjá kommununi
- Ein praktiskan vinkul á tín lesnað, ið styrkir tína fakligu vitan og lívsrenslið.
Hvussu kemur tú í gongd?
Tú er vælkomin at senda okkum ein teldupost við tínum áhuga til rogvi@runavik.fo , og vit seta okkum í samband við teg.
Vit gleða okkum at samstarva við teg og varpa nýtt ljós á, hvat frítíðarkortið Spjaldur hevur at siga fyri okkara børn, ung, familjur og kommunu.
Starvslesandi ella summarfuglur á Teknisku deild
Menningin í Runavíkar kommunu hevur verið sera stór seinastu árini. Okkara arbeiðsuppgávur eru tí sera fjølbroyttar og spenna víða.
Ert tú undir lesnaði í Føroyum ella uttanlands? Hevur tú eina lestrarhálvu, ið tú skalt nýta sum starvslesandi? Ert tú í holt við tína útbúgving, og hevur hug og møguleika at arbeiða nakrar vikur í summar? Ella skalt tú í gongd við at skriva eina uppgávu um eitthvørt?
So er nú møguligt at koma at royna teg hjá okkum sum starvslesandi, í summarstarvi ella í samstarvi um eina uppgávu.
Set teg í samband við okkum fyri at finna útav, um vit kunnu bjóða tær samstarv og tú kanska fært hjálpt okkum við onkrari uppgávu.
Hevur hetta tín áhuga?
Hevur tað tín áhuga at gerast partur av Teknisku deild í Runavíkar kommunu í sambandi við lesnaðin, ert tú vælkomin at venda tær til Maritu S. Hentze á telefon 41 70 00, teldupost marita@runavik.fo.
Vilt tú vera dagrøktari í Runavíkar kommunu
Vilt tú vera longri heima við børnunum? Runavíkar kommuna leitar eftir dagrøktarum og tíni børn telja við!
Um starvið
Sum dagrøktari fer tú at hava ábyrgd av børnum í aldrinum 0-3 ár í egnum heimi. Tú skalt skapa eitt trygt og stimbrandi umhvørvi, har barnið er í miðdeplinum.
Vit bjóða tær:
- Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv við stórari ávirkan á egnan arbeiðsdag
- Góðan og hollan námsfrøðiligan stuðul frá dagrøktarleiðaranum
- Vegleiðing frá leiðara og økisnámsfrøðingi
- Skipað tilknýti til spælistovuna
Vit vænta, at tú:
- Kanst arbeiða sjálvstøðugt og við ábyrgd
- Hevur hug og áræði at skapa ein tryggan og mennandi gerandisdag
- Vísir umsorgan og virðing fyri tí einstaka barninum
- Hevur góðar umstøður til børnini – bæði inni og úti
Setanarviðurskifti
- Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF).
- Ein triðingur av lønini verður roknaður sum útreiðslur í sambandi við dagrøktina og er tí skattafríur.
- Egin børn undir 3 ár telja við sum dagrøktarbarn.
Umsókn
Send umsókn, lívsrensl og onnur viðkomandi skjøl til dagrokt@runavik.fo
Runavíkar kommuna hevur skyldu til at útvega barnaváttan sambært grein 2 í barnaváttanarlógini, áðrenn starvið verður sett.
Vilt tú vita meira?
Ring til Bjørg Rasmussen, dagrøktarleiðara, á tlf. 228594