Runavíkar havn 2025

17. apríl 2026

Meðan eftirglóðin av krúnufarsóttini, og lutvísi havnastongsulin móti skipum úr Russlandi gjørdu árið 2023 lakari enn árini frammanundan, so hilnaðust bæði 2024 og 2025 betri enn árini frammanundan hesum. At embargo´in mótvegis Russlandi, íkomin av landsins støðugu og óskiljandi krígsherjan inni í eini grannatjóð, fór at minka um inntøkurnar var sjálvsagt – somikið stóran týdning sum tær høvdu fyri Runavíkar havn og vinnulívið yvirhøvur í Føroyum. Annað virksemi, á fleiri mótum, hevur kortini tikið dik á seg ístaðin, og harvið gjørdist raktrarárið 2025 tað besta hjá Runavíkar havn yvirhøvur í inntøkum.

Slakar 24 milliónir krónur í bruttoinntøku, meðan vinningurin er slakar 9 milliónir krónur. Ein orsøk til, at vinningurin í árinum er lakari enn hann kundi verið, eru íløgur framdar yvir raksturin. Eitt nú í dýping við monteringsbryggjuna á Skála, asfaltering á havnaøkjum, amboð til móttøku av ferðamanaskipum o.s.v. Runavíkar havn ger støðugt ábøtur á gøgnini, sum havnin varðar av.

Í einum umskiftiligum heimi er ilt at spáa um framtíðina. Farsóttum, kríggi og avleiðingum av hesum, fáa vit ikki vart okkum fyri, men onki bendir á, at hóttafall kemur á - í mun til støðuna í dag. Inntøkurnar koma úr nógvum vinnukeldum og í løtuni verður nýggj turrdokk bygd hjá Mest á Skála, sum ivaleyst fer at hava meiri ferðslu við sær, nýggi orkudepilin hjá EFFO í Søldarfirði verður skjótt veruleiki, og í løtuni verður bryggja smíðað framvið íbúðunum í sunnara parti av bátahylinum í Runavík. Aðrar størri ætlanir eru eisini á veg, og hesar fara vit at hoyra meiri um í næstum. Tí hava vit ein forvæntning um, at árið í ár verður á sama støði sum 2025.

Stabbamyndin ovari sýnir gongdina eftir kommunusamanleggingarnar í 00´unum. Síðan havnirnar vórðu lagdar saman hava inntøkurnar og nettovinningurin í 21 ár verið ávikavíst góðar 313 og slakar 126 milliónir krónur.

Í 2010 fór Runavíkar havn undir eina skipaða tilgongd viðvíkjandi tí at fáa fremmand ferðamannaskip inn á Skálafjørðin. Seinri er ætlanin víðkað við royndum at fáa smærri rannsóknarskip at vitja í Elduvík, Funningi, Oyndarfirði og í ár eisini í Rituvík. Higartil hevur tann royndin eydnast væl.

Í ársfrágreiðingini hjá Visit Faroe Islands fyri árið 2025 verður staðfest, at 74 ferðamannaskip við 33.712 ferðafólkum vitjaðu í Føroyum í fjør. 5 fleiri enn í 2024 og av hesum vitjaðu 21 teirra havnir í Runavíkar kommunu, og higartil hava 33 ferðamannaskip stemplað inn í 2026.

Í hesum døgum hevur heimsins størsta ráðstevna - ferðamannaskipum viðvíkjandi - verið í amerikanska býnum Miami í Florida. Seatrade Cruise Global. Ætlar ein nakað í hesi vinnuni, er neyðugt at hitta tey røttu viðkomandi á messum bæði í USA og í Europu. Sum tað sæst á tølunum fyri vitjandi skip, var gongdin tógvin tey fyrstu árini, men nú tykist gongd vera komin á sambært tølunum, ið boða frá, at áleið 100 skip nú bíða eftir at vitja onkra av destinatiónunum í Runavíkar kommunu.

Borgarstjórin (havnarmeistari í farloyvi á 11´ ári) og sjálvstøðugi cruise-mennarin - Rannvá Troest - hava umboðað Runavíkar kommunu/havn á ráðstevnuni hesaferð. Væl av práti og fundum hava verið hesar dagarnar, har ið eisini Klaksvíkar- og Tórshavnar havnir hava verið umboðaðar, umframt útgerðarfeløg, umboðsfólk, seljarar, keyparar og umboð fyri alskyns maritim vinnutól. Nógvu samráðingarnar í USA í tríggjar dagar vignaðust annars væl, og alt bendir á, at støðuga sambandið við útgerðarfeløgini fer at leggja nakað afturat sum frálíður.

 

ES: Í mun til sakligu ársfrágreiðingina hjá Visit Faroe Islands, var eitt umboð fyri hendan almenna felagsskapin í sjónvarpinum á summarmála, og tað vóru ikki rósandi orð, sum ferðafólkini umborð á ferðamannaskipunum fingu skotin í skógvarnar. Samlaða talið av ferðafólki hevur staðið í stað í 3 ár á rað - á áleið 130 túsund fólkum. Uppi í hesum eru tey ferðandi við ferðamannaskipunum, sum nú fáa so ring skoðsmál. Landið og Visit Faroe Islands hava ongantíð havt nakað sum helst við hesa serligu vinnuna at gera, kommunur og privatir aktørar, heilt aftur frá slóðaranum Sigurði Simonsen, hava uttan alment uppíbland røkt hesa vinnuna.

Kommunurnar hava bygt út havnarløgini, har ið skipini leggja at og verða avgreidd. Landið og landsfelagsskapurin Visit Faroe Islands hava ikki gjørt annað enn at tosa niðrandi um hesa vinnuna - umframt at hesi hava fingið nakað av vinninginum í sín part. Fólk á bygdunum fegnast um hesi skipini, og alt bendir á, at væl fæst burturúr, eisini í krambúðunum, serliga í mun til stuttu legutíðina hjá skipunum hvørja ferð tey koma til landið. Ferðavinna snýr seg eisini um annað enn gisting og ferðaseðlar, sum tykjast vera segmentið stýrt verður eftir og fyri. Hinvegin kann cruisevinnan eftir øllum at døma vera góð til at taka, táið fokus skal flytast frá egnum avbjóðingum, í mun til politiska myndugleikan.

Rættast var at Visit Faroe Islands tók ferðafólkini við ferðamannaskipunum úr sínum hagtølum, tá hevði teirra promoveringstal farið niður um hundrað túsund vitjandi. Tað er rætta søgan, og okkara áheitan er bara, at kommunurnar framhaldandi taka sær av hesi bransjuni, soleiðis sum tær altíð hava gjørt, uttan at landsgeirin ella VFI hava ella fara at rætta hond frá síðu.

Seinastu tíðindi

17. apríl 2026
Runavíkar havn 2025
17. apríl 2026
Kunngerð um broyting av Almennu byggisamtykt­ini og Býarplani­num fyri Runavíkar Kommunu
14. apríl 2026
Tórshav­nar Manskór konsert í Skála kirkju
14. apríl 2026
Vár- og summarskeið í kvøldskúlanum