Kunngerð um broyting av Almennu byggisamtyktini og Býarplaninum fyri Runavíkar Kommunu

17. apríl 2026

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi hin 26. februar 2026,  hevur samtykt broytingar í Almennu byggisamtyktini og býarplaninum fyri Glyvrar í sambandi við komandi útbyggingar av Glyvra skúla

Broyting av býarplaninum fyri Glyvrar

Býarplanurin fyri Glyvrar verður broyttur soleiðis at matr. nr.  101a, 101i, 101e, 115, 116 og partur av matr. nr. 106 og Litra h Glyvrar, verður broytt frá C10 til C47 fyri Musikkskúla.

Eisini verður matr. nr. 119, 120b, 120d, 120f, 121, 134 og partar av 101a, Glyvrar verða broytt frá C9 til C48 fyri Glyvra skúla.

Harafturat verður matr. nr. 109a og partur av matr. nr. 101a, Glyvrar, broytt frá E1-landbúnaðarøki til C48 fyri Glyvra Skúla.

Verkætlanaruppskot 
 
Broyting í almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu

Broyting í almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu, soleiðis at nýggir økispartar C47 fyri Musikkskúla og samkomuhøli, og C48 fyri Glyvra skúla.

Broyting í byggisamtykt og býarplani

 
Broytingarnar í Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu og býarplaninum fyri Glyvrar eru til skjals á Býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum frá 17. apríl til 1. juni 2026

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 1. juni 2026.

Seinastu tíðindi

17. apríl 2026
Kunngerð um broyting av Almennu byggisamtykt­ini og Býarplani­num fyri Runavíkar Kommunu
14. apríl 2026
Tórshav­nar Manskór konsert í Skála kirkju
14. apríl 2026
Vár- og summarskeið í kvøldskúlanum
14. apríl 2026
Ongin gjøgnumkoyring á Leitisvegi