Aftanfyri skýggini lýsa stjørnurnar altíð
Røða sum Marita Olsen flutti fram á Skála flaggdagin
Marita Olsen
Góðu føroyingar og góðu skálafólk.
Eg eri takksom fyri møguleikan at standa her í dag. Her eri eg uppvaksin, og her havi eg nógv góð minnir. Her havi eg havt heimsins besta barndóm og ungdóm.
Í dag savnast vit undir Merkinum fyri at minnast og hátíðarhalda, men eisini fyri at hyggja frameftir. Ein dagur, ið minnir okkum á hvørji vit eru, og hvat bindur okkum saman sum tjóð. Søgan um Merkið er ein søga um stríð, trúgv og samanhald. Flaggdagurin er eitt tekn um okkara samleika, okkara søgu og okkara felags framtíð. Men eisini ein dagur har vit kunnu vísa takksemi fyri tey, sum ruddaðu slóðina. Fyri tey, sum hvønn dag hava stríðst og bygt samfelagið upp. Merkið fylgir okkum í nógvum av lívsins viðurskiftum, tað veittrar í góðum løtum og truplum løtum.
Ungir føroyingar í Keypmannahavn stríddust fyri okkara samleika og Merki okkara. Tað hava vit mangan hoyrt. Hendan søgan um Merkið er hugtakandi. Hon vísir okkum, at tað ofta tekur tíð, áðrenn eitt gott hugskot verður til veruleika. Hugskotið er sjálvdan nokk í sær sjálvum. Ofta skal stríðast fyri hugskotinum, fyri at tað skal gerast veruleiki. Hetta stríðið minnir okkum á, at hetta krevur áræði og hart arbeiði.
Í einum heimi, har ósemjur fylla nógv, er týdningarmikið at vit halda fast við okkara virðir. Hetta merkir ikki at vit altíð eru samd, men at vit megnað at lurta og arbeiða saman.
Sum lítil tjóð hava vit altíð verið treisk og skapandi. Vit hava megnað at tillaga okkum til skiftandi umstøður, og vit hava eisini megnað at finna loysnir, har onnur kanska hava sæð forðingar.
Tá vit hyggja frameftir, vita vit samstundis, at tíðirnar broytast og krøvini broytast, og vit mugu onkursvegna fylgja við. Tí er týdningarmikið at vit standa saman, og halda fast í okkara virðum - m.a. tolsemi, arbeiðssemi, áræði, samhugi og dirvi. Og tað er júst hendan styrkin, sum fer at bera okkum inn í framtíðina.
Og tað er kjarnan í degnum í dag. Vit eru ikki bert bundin saman av søgu og siðvenju, men eisini av tí, vit gera fyri hvønn annan – hvønn dag. Eitt samfelag verður ikki mett eftir hvussu tey sterkastu klára seg, men hvussu vit taka okkum av teimum, sum hava brúk fyri hjálp.
Flaggdagurin er eisini ein áminning um, at ljósari tíðir nærkast. Við ljósinum fylgir eisini ein vón.
Vársangurin úr leikinum Ronja Ránsmannadóttir hevur havt nógv at týða fyri meg. Hann bleiv sungin fyri mær, meðan eg lá sjúk á Ríkissjúkrahúsinum. Sangurin vísir á, at várið nú vinnur á vetrinum, og skjótt hava Ronja og Birk aftur møguleika at verða saman.
Leysliga umsett ljóðar niðurlagið nakað soleiðis:
Tað er vár, og tað verður ljóst í mínum sinnið. Tá veturin var allarringast kom várið. Kavin bráðnar fyri meg og mínum kæru. Nú er vár.
Skálabygd hevur altíð havt stóran týdning fyri meg. Tað er her eg merkti at bygdin av álvara stóð saman, tá veturin var allarringast. Tað var her eg lærdi at menniskju hava størstan týdning. Tað er hetta, sum er eitt eyðkenni fyri okkum føroyingar, og tykkum her í bygdini. Vit standa saman.
Aftanfyri skýggini lýsa stjørnurnar altíð. Soleiðis verður av og á tikið til. Hóast hart leikar á og veturin er harður, so lýsa stjørnurnar har aftanfyri skýggini onkrastaðni. Meðan vit bíða eftir at síggja stjørnurnar er týdningarmikið at vit standa saman og hjálpast at.
Vit eru lítil, men kná og við stórum hjørtum. Í altjóða ítrótti klára vit okkum væl. Nevnast kann svimjing, renning, parasport, fótbóltur, hondbóltur o.s.v. Tá tjóðsangurin verður sungin, og Merkið verður vundið á stong, hava vit eina serliga kenslu í okkum. Kensluna av at hoyra til, og kenslan vísir á, at okkara styrki liggur í felagsskapinum.
Tá hesi føroysku ítróttarfólkini fara út í heim at kappast, bera tey ikki einans seg sjálvi fram – tey bera Føroyar. Í teimum løtunum savnast ein heil tjóð um eitt felags mál. Vit kenna stoltleika og spenning. Og spyrt tú ítróttarfólkini, so er onki meir serstakt enn at stríðast við Merkinum á bringuni.
Skálabygd hevur nógv at bjóða. Her er nógv vinna, nógvir felagsskapir og nógvir orginalar. Av felagsskapum í bygdini kunnu m.a. nevnast Skála, StÍF og ítróttarøkið, Meinigheitshúsið, Nerija, Sæla og Kahyttin. Her eru felagsskapir til bæði ung sum eldri. Væleydnaða tiltakið Jól á Gamlavegi er eisini altíð eina vitjan verd. Og enn einaferð hava vit fingið eitt løgtingsfólk í bygdini. Hetta vísir eisini, at bygdin stendur saman, og alt hetta samlað ger eina bygd serstaka.
Tað er týdningarmikið, at standa saman sum tjóð, men at standa saman sum bygd er av líka stórum týdningi. Sum Mikkjal á Ryggir yrkir:
Um tú vilt gleði vinna, søk ei til hægsta sal! Nei, eydnan er at finna, har grannar semjast væl, har kærleiki man ráða, har blídni er við borð, har mildar tungur sáa tey mjúku troystarorð
Frá mær skal í øllum førum ljóða ein stór tøkk til mína heimbygd, sum í mínum hugaheimið var heimsins besta stað at vaksa upp.
Nú er várið komið, vit hoyra tjøldrini og síggja sólina, og stjørnurnar hómast á himmalinum.
Lat hetta verða eina áminning um at standa saman, og lat okkum hyggja at stjørnunum saman.
Góðan flaggdag.
Seinastu tíðindi