Sellin og Varðin á Skála í altjóða samstarvi

19. mai 2026

Barnhúsið Sellin og Dagstovnurin Varðin á Skála eru boðin við í eina altjóða verkætlan undir Nordplus-samstarvinum saman við stovnum úr Estlandi, Lettlandi og Litava

Verkætlanin eitur Life near water: Plants – animals – people og snýr seg um lívið nær vatni og sjógvi hjá plantum, djórum og menniskjum.

Í verkætlanini fara børn og starvsfólk at kanna náttúruna, læra um umhvørvið og menna fatanina av, hvussu lívið hjá menniskjum, plantum og djórum hongur saman.

Seinni í summar fara børnini eisini at taka lut í eini kapping um at tekna logo fyri verkætlanina.

At deila vitan, royndir og arbeiðshættir er ein týdningarmikil partur av verkætlanini. Tí fara umboð fyri luttakandi stovnarnar úr ymisku londunum eisini at vitja hvønn annan, og í september koma 12 starvsfólk úr teimum baltisku londunum at vitja á Skála. Har fara tey at vera við í dagliga arbeiðinum og fáa innlit í námsfrøðiliga arbeiðið undir evninum sjógvur og fjøra. Vitjanin er í tríggjar dagar, og tá hon er liðug fara stovnarnir at sýna fram nakað av tí, sum tey hava arbeitt við og upplivað.

Nøkur starvsfólk frá Sellanum/Varðanum fara somuleiðis at vitja stovnar í Estlandi, Lettlandi og Litava. Tá fáa tey høvi at síggja, hvussu tey arbeiða, fáa íblástur og styrkja samstarvið enn meira. Hesar vitjanir verða í ávikavist november, januar og apríl. Við verkætlanini fáa bæði børn og starvsfólk møguleika at læra og samstarva tvørtur um lond og mentanir, til hon endar í mai 2027.

Seinastu tíðindi

19. mai 2026
Sellin og Varðin á Skála í altjóða samstarvi
12. mai 2026
Ongin gjøgnumkoyring á Leitisvegi
11. mai 2026
Broytingar í innsavning­ini vegna Kristi himmalsferðardag
07. mai 2026
Setan av framsýning um tann føroyska bátin