Fastalávintshald fyri smá og eldri

18. februar 2026

Mánadagin 16. Februar vóru børnini, ið ganga í dagrøktini í Runavíkar kommunu til fastalávintshald í Bylgjuni.

Børnini slerdu tunnu og síðani fóru tey uppá gólv saman við eldri fólki, 67 ár og eldri, ið vóru til venjing í Bylgjuni henda dagin.

Roðin hevur síðan mai 2018 bjóðað fólki, sum eru 67 ár og eldri, til venjing og samveru í Bylgjuni í Runavík og í Ítróttarhøllini á Skála.

Tilboðið er fyri at betra um konditiónina, vøddastyrkina og javnvágina. Hetta kann fyribyrgja falli, lívstílssjúkum og strimbrar vælveru og lívsgleði.

Les meir um tilboði hjá Roðanum 

Ein væleydnaður dagur fyri bæði børn og eldri.

Seinastu tíðindi

11. mars 2026
Freist at lata tiltøk inn til Mentan­arvikuna
06. mars 2026
Børge í 25 ár
06. mars 2026
Grækarismessuhald í Runavík
02. mars 2026
Broyting í innsavning­ini á Skála