Svimjihøllin Bylgjan letur upp leygardagin

08. januar 2026

Leygardagin 10. januar kl. 9.00 letur nýggja svimjihøllin í Bylgjuni upp fyri almennari svimjing. Tá fáa borgarar í Runavíkar kommunu og vitjandi úr øllum landinum fyri fyrstu ferð høvi at royna nýggju og stásiligu svimjihøllina.

Vit gleða okkum til at taka móti tykkum og at síggja nýggju svimjihøllina fulla av kátum børnum og vaksnum.

 

Hetta fyrsta vikuskiftið verður opið soleiðis:

Leygardagin 10. januar frá kl. 9.00 til 15.00.

Sunnudagin 11. januar frá kl. 10.00 – 15.00.

 

Galdandi frá mánadegnum 12. januar verður svimjihøllin opin fyri almennari svimjing hesar tíðir:

Mánadag 06:30 – 12.00 og 18.00 – 21.00

Týsdag 14:00 – 21.00

Mikudag 06:30 – 12.00 og 18.00 – 21.00

Hósdag 14:00 – 21.00

Fríggjadag 06:30 – 12.00 og 14.00 – 20.30

Leygardag 07.00 – 17.00

Sunnudag 09.00 – 17.00

 

Galdandi prísir eru hesir:

Børn (0-15 ár) Ókeypis fram til 1. mars 2026 (Eftir hetta er tað ókeypis fyri børn í Runavíkar kommunu, sum svimja ókeypis í 2026*)

Vaksin 16+ 50 kr.

Pensiónistar 30 kr.

* Vísandi til gávubræv frá Bónus, sum bjóðar ókeypis svimjing til børn og ung 0-15 ár í eitt ár.

 

Atgongd til vælveruøkið við stórum heitum hyli, tveimum saunum, dampsaunu og køldum kari krevur eyka atgongumerki. Hetta økið er bert fyri vaksin, 16 ár og eldri.

Vælvera:

Vaksin 60 kr.

Pensionistar 30 kr.

 

Til morgunsvimjing 6.30 – 12.00 mánadag, mikudag og fríggjadag er atgongd til vælveruøkið er íroknað prísin, og krevur tá ikki eyka atgongumerki.

 

Fyrstu dagarnar ber bert til at keypa einkult atgongumerki í sjálvgreiðsluni. Á heimasíðuni www.bylgjan.fo ber longu nú til at stovna sær ein vanga og keypa at klippikort og árskort til svimjing í Bylgjuni. Sí nærri kunning um prísir og annað á heimasíðuni.

Seinastu tíðindi

08. januar 2026
Svimji­høllin Bylgjan letur upp leygar­dagin
08. januar 2026
Kunngerð um broyting av Býarplani­num fyri Runavíkar kommunu
08. januar 2026
Sløkkiliðsmenn í Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið verða heiðraðir
07. januar 2026
Opið hús á Høgabóli og avdúking av vinnara