Opið hús á Høgabóli og avdúking av vinnara

07. januar 2026

Fríggjadagin, hin 9. januar, bjóðar Runavíkar kommuna til opið hús í nýumvældu ráðhúsunum á Høgabóli.

Opið hús verður frá kl. 15 til 17, tá vinnarin av verkætlanarkappingini Glyvra skúli og musikkskúli verður avdúkaður.

Fimm arkitektafyritøkur/samtøk lótu inn hugskot til sniðgeving og heildarráðgeving av næstu stóru verkætlanini í Runavíkar kommunu. Hesi vóru:

  • BBP
  • Henning Larsen
  • MAP
  • SNA
  • ZETA

Til høvið vera øll innkomnu uppskotini sýnd fram, so tilber at síggja, hvussu komandi menningar- og mentanardepilin í kommununi fer at síggja út.

Á skránni vera harumframt røður, tónleikur og søtt ábit.

Øll eru hjartaliga vælkomin á Heiðavegi 54!

 

Seinastu tíðindi

16. juni 2026
Rottangatøming í Oyndarfirði og Rituvík
15. juni 2026
Summarkvøld við Toftavatn
13. juni 2026
Ongin gjøgnumkoyring á Leitisvegi
12. juni 2026
Eystanstevnan 65 ár – Felagsskapur, sjálvboðið arbeiði og menning