Kunngerð um broyting av Býarplaninum fyri Runavíkar kommunu

08. januar 2026

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi hin 22. desember 2025,  hevur samtykt broytingar í býarplaninum fyri Runavíkar kommunu.

Broyting av býarplaninum fyri Runavík

Uppskot til broyting av 4.600 m2 B1-bústaðarøki, partur av matr. nr. 1a og 1.400 m2 av F-alment fríøki, partur av matr. nr. 1b, niðanfyri Blikagøtu í Runavík, verður broytt til C4 øki til almenn endamál.  

Uppskot - Niðan fyri Blikagøtu 25
 
 

Broyting av býarplaninum fyri Glyvrar

Uppskot til broyting um at víðka D4 vinnuøki til havnaendamál v.m. á Glyvrum, verður víðka við uml. 31.000 m2
 
Uppskot - D4-øki á Glyvrum
 
Broytingin í býarplaninum er til skjals á Býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum

frá 8. januar til 20. februar 2026

 

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 20. februar 2026.

 

 

 

Seinastu tíðindi

20. januar 2026
Væleydnað tónleikaferð hjá bólkinum Gaia úr Gulu smiðju
19. januar 2026
Kunning frá Rannsók­nar­stovuni á Klaksvíkar Sjúkra­húsi
19. januar 2026
Eingin gjørnumkoyring í Funningsfirði
19. januar 2026
Ongin gjøgnumkoyring á Norð­urhædd