Svimjihøllin innvígd

23. desember 2025

Runavíkar kommuna bjóðar til innvígslutiltak í nýggju svimjihøllini Bylgjuni mánadagin 29. desember 2025 kl. 17.00. Dyrnar lata upp kl. 16:30 og inngongdin er gjøgnum ítróttarhøllina.

Kom inn í hitan

Til høvið verður frumframført eitt nýtt, spennandi tónleikaverk, sum sangskrivarin og guitarleikarin, Niclas Johannesen, hevur skrivað til heiðurs fyri Bylgjuni. Verkið tekur ymiskt við úr allari kommununi og er fyri kór, blásarar, orkestur, solistar, upprópara og, ja, svimjihyl! Heili seksti tónleikarar vera á palli at framføra verkið.  

Framførslan av verkinum verður inni í Ítróttarhøllini í Bylgjuni. Síðani verður farið inn í nýggju svimjihøllina, har røður eru á skránni, snórurin verðu kliptur og kanska okkurt óvæntað fer at henda.  

Høvið verður at síggja hvønn krók av svimjihøllini í skipaðum rundvísingum – m.a. í kjallaranum ímillum rør, tangar og stýrisskipanir.  

Kommunan bjóðar kaffi og okkurt til børnini í Ítróttarhøllini aftaná, at almenna skráin er av.  

Í Svimjihøllini eru heili 33 stig, so vit lova tær eina heita uppliving – fyri bæði likam og sál. 

Stórskermur og hátalarar verða sett upp í Ítróttarhøllini, so tú eisini kanst fylgja við hagani í tí, sum hendir í svimjihøllini.  

Øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda hesa stórhending fyri Runavíkar kommunu.  

Vit gleða okkum at síggja tykkum! 

 

Runavíkar kommuna

 

 

 

Seinastu tíðindi

15. desember 2025
Kommunuskrivstovan um jóla- og nýggjárshøgtíðina
23. desember 2025
Svimji­høllin innvígd
22. desember 2025
Jóan Petur í Leitinum
21. desember 2025
Býráðsfundur