Jóan Petur í Leitinum
Við tí fyrivarni, at býráðið tekur undir við málinum, skrivaðu Jóan Petur Vang og Tórbjørn Jacobsen undir avtalu fríggjadagin í farnu viku um bygging í Leitinum. Í fleiri ár hevur annað felag roynt at fingið í lag íbúðarbygging í økinum, men táið hetta ikki bar á mál, tóku partanir sundur aftur, og kommunan keypti økið aftur og bjóðaði tað út av nýggjum. Spf. Jóan Petur Vang vann sær møguleikan, í stigum at byggja íbúðareindir í einum øki, ið er sum eitt kúfóður til støddar. Øll sjey stykkini eru útgrivin og 60-70% av hvørjum teirra er grovplanerað.
Í seinasta lagi ½ ár eftir at prinsippavtalan og treytað skeyti eru undirskrivað, skal eitt skitsuuppskot til bygging av íbúðum og váttan um fígging av verkætlanini fyriliggja.
Avrátt er millum partarnar, at Runavíkar kommuna fær hølir í bygningunum til leigu ella keyp at nýta til dagstovn – vøggustovu/barnagarð. Serstøk avtala verður gjørd um keyp av nevndu hølum, ella fæst eitt longri leigumál í lag millum partarnar hesum viðvíkjandi.
Á býráðsfundinum mánadagin hin 22. desember tók býráðið undir við avtaluni og ætlanini. Spf. Jóan Petur Vang keypir grundøkini fyri ásetta kostnaðin í sølulýsingini.
Runavíkar kommuna ynskir Jóan Peturi góða eydnu og blíðan byr við verkætlanini.
Seinastu tíðindi
