Skúli og nýggjur musikkskúli á Glyvrum

09. juli 2025

Luttakarar eru nú valdir til verkætlanarkapping um víðkan av Glyvra skúla og musikkskúla í Heimistovufjósinum.

Runavíkar kommuna hevur valt fimm luttakarar til verkætlanarkappingina.

Tilsamans 10 umsóknir komu inn til undangóðkenningina. Kommunan hevði tilskilað sær rættin at velja 3–5 umsøkjarar, og hesi 5 eru nú vald til tað, at geva síni boð uppá hvussu framtíðar mentanar- og menningardepilin á Glyvrum skal skipast.

  • BBP
  • Henning Larsen
  • MAP
  • SNA
  • ZETA

Øll tey 10, ið sýndu verkætlanini áhuga, vístu á dygdargóðar loysnir og royndir innan byggiverkætlanir av sama slagi. Útveljingin varð gjørd grundað á treytirnar, sum vóru lýstar í innbjóðingini til undangóðkenning – herundir førleikar, tilvísingar og kunnleika til føroysk viðurskifti, við denti á at at byggja fólkaskúla.

Nýggjur depil

Verkætlanin fevnir um at víðka og dagføra Glyvra skúla, sum í dag hýsir forskúla og 1.– 3. flokki. Fólkavøksturin í økinum hevur viðført, at karmarnir fyri Skúlan við Løkin og Glyvra skúla longu eru komnir at mørkum.

Við hesi verkætlan verður Glyvra skúli útbygdur soleiðis, at eisini 4.–6. flokkar kunnu húsast har, og skúlin verður víðkaður til trý spor. Nýggi stásiligi depilin fer eisini at hýsa frítíðarskúla og forskúla, og hesi fara tá øll at fáa gleði og ágóða av nýggjari ítróttarhøll og nýggjum musikkskúla í Fjósinum. Verkætlanin fevnir eisini um framleiðslukøk, sum bæði kann veita máltíðir til skúlar og dagstovnar. Sum siðvenja er, vera karmarnir eisini brúktir til kvøldskúla, frítíðarvirksemi og tiltøk, harvið gerst skúlin eisini fólkaogn og savningarstað.

Talan er um stóra verkætlan, sum kommunan fer undir við einum samlaðum fermetratali á 9-10.000. Arbeiðið verður framt í stigum, so skúlagongdin kann halda fram, meðan bygt verður.

Runavíkar kommuna fegnast um stóra áhugan, og vit gleða okkum til at síggja spennandi uppskot úr kappingini, sum fara at geva okkum eina faan av hvussu hesin framtíðar mentanar- og menningardepilin á Glyvrum fer at síggja út innanveggja og í bygdarmyndini.

Seinastu tíðindi

09. juli 2025
Skúli og nýggjur musikk­skúli á Glyvrum
08. juli 2025
Starvsheiðran í Náttúru­barna­garði­num Sóljuhjarta
08. juli 2025
Skráin til Fjarðastevnu 2025
04. juli 2025
Tveir nýggir kommunulæk­nar settir í Heilsumiðstøð­ini í Runavík