Rottangatøming á Skála

04. juli 2025

Í komandi viku (viku 28) byrjar reinsitænastan hjá IRF at tøma rottangar á Skála.

IRF heitir í tí sambandi á fólk í bygdini um at tryggja:

- at tangin er lættur at koma til
- at tað er grivið væl frá rundan um lokið
- at lokið er væl fest, men lætt at loysa
- at lokið er trygt og heilt
- at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt

Eru omanfyri nevndu viðurskifti ikki í lagi, verður tangin ikki tømdur. Meira kann lesast um hetta her.

Reglugerðin sigur harumframt, at eigarin av rottanganum hevur til eina og hvørja tíð ábyrgd av, at tangin er í góðum standi og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið. Hetta inniber millum annað, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan, eisini eftir at hann er tømdur.

Tá ið tangin er tømdur, leggur IRF ein lepa við árstali undir lokið á tanganum.

Seinastu tíðindi

04. juli 2025
Tveir nýggir kommunulæk­nar settir í Heilsumiðstøð­ini í Runavík
04. juli 2025
Rottangatøming á Skála
02. juli 2025
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri alla familjuna!
02. juli 2025
Ruskplássið í Oyndarfirði