Tveir nýggir kommunulæknar settir í Heilsumiðstøðini í Runavík

04. juli 2025

Byrja í viðtalu 5 tann 1. oktober

Heilsutrygd boðaði herfyri frá, at frá 1. oktober 2025 verða tveir nýggir kommunulæknar í viðtalu 5 í Heilsumiðstøðini í Runavík. Brynhild Hanusardóttir Reinert og Katrina Clementsen fara at deila starvið í viðtalu 5. 


Brynhild Hanusardóttir Reinert tók embætisprógv í læknafrøði í 2017 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í vár. Katrina Clementsen tók embætisprógv í læknafrøði í 2016 og væntar at fáa serlæknagóðkenning í almennum medisini í august í ár. 


Nýggju kommunulæknarnir í viðtalu 5 eru eitt týðandi stig í at betra heilsutænastuna í økinum. 

Umleið 7.300 fólk búgva í Heilsuøki 2, sum fevnir um Nes, Sjóvar og Runavíkar kommunur. 

Seinastu tíðindi

15. januar 2026
Vetrarjazz í Gulu Smiðju
13. januar 2026
Innskriving í forskúlan skúlaárið 2026/­27
09. januar 2026
Ein bygd í bygdini – kunngerð av vinnara av verkætlanarkappingini
09. januar 2026
Viljin er alt - grundin er sterk