Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri alla familjuna!

02. juli 2025

Leygardagin 5. juli kl. 10–16 verður Laksatorgið aftur – Niðri á Støð á Glyvrum.

Hetta verður ein spennandi dagur við upplivingum fyri bæði børn og vaksin! Laksatorgið er ein lívligur marknaður og eitt stórt familjutiltak.

Á Laksatorginum kanst tú uppliva:

- Ókeypis smakkiroyndir frá Etika og Bakkafrost
- Ponyríðing og kajakkir til børn og ung
- Dreyibenkir, fiskakør og onnur handverk
- Tónleik, barnaundirhald og eina fulla pallskrá við spennandi innsløgum
- Sølutorg við sølu av fjølbroyttum vørum
- Matvognar og smáttur við leskiligum mati og drykkjuvørum
- Og mangt annað, sum ger dagin serligan!
 

Vit viðmæla, at fólk hava reiðan pening við, tí ikki øll sølustøðini taka kort.

Kom og uppliva eitt lívligt og hugnaligt tiltak. Laksatorgið er fyri øll – stór sum smá – og tað er ókeypis at luttaka!

Vit síggjast á Laksatorginum leygardagin 5. juli kl. 10–16 á Glyvrum

Seinastu tíðindi

02. juli 2025
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri alla familjuna!
02. juli 2025
Ruskplássið í Oyndarfirði
27. juni 2025
Føroyar-Portugal í Løkshøll
25. juni 2025
Rottangatøming í Rituvík og Æðuvík