Lívið er í rørsluni

21. juni 2025

Setanarrøða, sum Sigrid Jensdóttit Dalsgaard helt á Eystanstevnu 2025.

Góðu eystanstevnugestir,

Takk fyri høvi at seta Eystanstevnuna – við røðuni ”Lívið er í rørsluni.”

Tá vit seta hvørjum øðrum stevnu, er tað fyri at fagna okkara felagsskapi og rørslu. At stuðla okkara dugnaligu ítróttarfólkum, at syngja og hava tað stuttligt – saman.

Tí um endamálið við rørsluni bert var, at fáa hægri kondital og størri vøddar, so kundu vit bara sitið heima á okkara spinningsúkklu ella í okkara rógvimaskinu og vant, og hugt at netflix, - hvør í sínum lag.

Men endamálið er nógv størri enn so, tað er í felagsskapinum, at vit styrkjast og seta okkum áhaldandi hægri mál. Í ítrótti, mentan og sum kommuna. Mál sum vit røkka fyri felagsskapin.

--- ooo ---

Mín familja er tilflytari til Saltangará. Pápi mín var uppvaksin í Havn og mamma mín í Reykjavík. Hjá mammu vóru lívshendingará ungum árum, sum minna ein á, at fáa tað besta burturúr – hvønn dag. Pápi hennara doyði í flogvanlukku, og longu sum 34 ára gomul gjørdist omma einkja at 4 børnum, har hitt yngsta var 4 ár.

Sum einans 42 ára gomul misti omma mín allan førleika í høgru síðu. Hon fekk heilabløðing og gjørdist lamin. Hetta var ein dyggur smeitur fyri eina kvinnu, sum var von at fara á fjøllini við sínum fýra døtrum og gista í tjaldi, fór hvønn vetur í Bláfjøllini at standa á skíð, og hevði ross í Laugardalinum.

Omma kom at ganga í einum dagtilhaldi, sum æt Sjálvbjargni og sjálvbjargin var tað, sum hon gjørdist. Hon búi í egnari íbúð, til hon var 75 ár, gjørdi sær sjálvum døgurða og hvørt summar ferðaðist hon úr Reykjavík til Føroyar at vitja okkum í nakrarvikur. Omma brúkti høkju til at flyta seg við, tað er tungt at draga hálvan kropp aftaná sær fyri hvørt stev. Men tá hon var í dagtilhaldinum Sjálvbjargni, fór hon eisini at svimja. Í vatninum var hon fræls – har hevði hon mestsum fría rørslu, tá lamni hálvi kroppurin var hildin uppi av bløðrum og hon kundi svimja.

--- ooo ---

Skjótt fara vit eisini at kunna svimja í egnari kommunu. Fyri tey, sum ikki eru uppvaksin við at svimja, so kann hetta tykjast sum ein margháttlig tráan, næstan nakin, í speedos ella í tættsitandi drakt, at kasta seg í kalt vatn. Men hetta er ein av fáu rørslunum, sum øll familjan kann luttaka í samstundis. Sum nýføðingar koma vit svimjandi inn í hendan heim - og vit kunnu svimja alt lívið.

Svimjifelagið Neptun, sum var stovnað fyri meira enn hálvari øldsíðan, hevur endaliga rokkið sínum máli og hjartaliga til lukku við tí.

At svimja er ikki longur ein tænasta, sum vit útveita til eina grannakommunu. Vit vilja vera sjálvbjargin og sjálvi bjóða hesatænastu til okkara borgarar.

--- ooo ---

Nú tosið eg sum um, at eg eri ein politikari. Tað er bert mítt frítíðarítriv at brúka meg.

Fekk eg 18 atkvøður afturat til løgtingsvalið í 2022, so hevði hendan kommunan, triðstørsta í landinum, havt tvey umboð á Løgtingi. Vit eru líka nógv fólk sum øll Suðuroyggin tilsamans, ella fram ímóti sum Klaksvíkar kommuna. Men í politiskari umboðan á tingi, eru vit bert eitt betur enn Sandoyggin, sum einki umboð hevur. Suðuroyggin valdi 7 fólk á ting. Vit valdu 1 – eitt -úr okkara kommunu.

Hevur hetta nakað at siga? Síðstu trý valskeiðini eru vit tódnað frá trimum til eitt lokalt valt umboð. Vit eru so at siga í triðjudeild, og tódna vit uppaftur meira, so eru vit ikki við longur, - ikki ein gongd í old boys.

So, ja, tað hevur nógv at siga. Vit vilja vera ein sjálvbjargin kommuna, og meðan okkara borgarar sjálvandi gjalda til samfelagið, sum heild í gjøgnum landsskattin, so fáa vit ikki tað sama aftur.

Tað er púra avgerandi fyri okkum, at vit ikki eru ein kommuna, sum tú bert býr í, svevur í, tí tú noyðist til aðrar kommunur í skúla, til arbeiðis, at svimja ella til lækna. Tí er tað ikki rætt, at vit, í gjøgnum landsskattin skulu gjalda fyri eitt mentanarhús í Klaksvík ella eina ítróttarhøll á Sandoynni, tá tilsvarandi landsskattur ikki kemur til okkara svimjihøll ella mentanarhús.

--- ooo ---

Tá okkara ungu eru liðug í 10. flokki, eru vit so heppin, at vit eiganógvar góðar fyritøkur, sum bjóða teimum lærupláss. Men um tey vilja á eftirskúla, háskúla ella í miðnám, so mugu tey fara úr kommununi. Í Klaksvík og í Suðuroy eru eftirskúlar og háskúlar, sum landskattur hevur goldið fyri at byggja, og gjalda vit øll fyri størsta partin av rakstrinum. Á somu oyggjum eru miðnám og HF. Enntá eisini heilsuskúli og Sjónám.

Vit eru sovnað, hvat viðvíkur okkara egna leikluti í hesum landi. Vit eiga nógvar fyritøkur, sum standa fyri framleiðslu og útflutningi, til gagns fyri okkum øll. Vit gjalda, men vit smæðast fyri at fáa aftur, tað sum av røttum skuldi verið okkara partur.

Okkara ungu kunnu ikki flyta heimanífrá í egnari kommunu, um tey vilja leiga frá Bústøðum, sum er okkara almenna bústaðarfelag– fyri allar Føroyar – í Klaksvík eru 64 leigubústaðir – vit hava 16 leigubústaðir.

Skúlaheim eru í Klaksvík, Havn og Suðri, men einki her á leið.

Innkomuvegurin frá Eysturoyartunlinum í Tórshavnar kommunu er liðugur. Okkara er hálvur.

Ivast vit enn í, um tað hevur týdning at standa saman um okkara umboð? Um vit vilja hava okkara sjálvsagda part og ávirkan?

--- ooo ---

Vit byggja víðari, hóast hetta, við inntøkunum í gjøgnum kommunuskattin, fara vit at útbyggja Glyvra skúla. Í mínum arbeiði hjá Runavíkar kommunu, havi eg verið verkætlanarleiðari av at framleiða byggiskránna. Hetta hevur verið ein tann mest spennandi verkætlan, sum eg havi staðið á odda fyri – saman við alskyns dugnaligum fólkum at seta orð á hvørjar karmar vit ynskja til komandi ættarlið.

Karmar, sum bjóða okkum inn at mennast og stimbra okkara samleika.

Okkara samleiki sum partur av teirri bygd sum vit búgva í, kommunu og land. Okkara samleiki í felagsskapinum. Í okkara máli – teimum sum vit seta okkum og í tungumálinum.

Eins og tungumálið er grunnleggjandi fyri at vit kunnu virka í felag, so er tað ein forðing, tá vit ikki skilja hvønn annan. Vit eru helst tann kommunan í landinum, sum flestir útlendingar flyta til, um tey flyta her vegna nýfunnan kærleika ella fyri at arbeiði. Tað er nýtt fyri okkum í teimum homogenu Føroyum, at taka ímóti so nógvum útlendingum í senn. Tey byggja okkara land saman við okkum, summi stegða stutt og onnur steðga leingi og hava børn við sær. Vit eru fyrsta kommunan, sum stovnaði ein móttøkuflokk. Longu fyri 12 árum síðan høvdu 10% av børnunum í dagstovninum á Mýrunum føroyskt sum annað mál.

Vit mugu áhaldandi og saman virka fyri, at allir okkara tilflytarar gerast partur av felagsskapinum. At børnini luttaka í ítróttinum og at tey vaksnu gerast ein partur av okkum, at vit kennast í sama samleika. Tað er ikki lætt, at bjóða einum nýggjum við og enn truplari, tá hvørki mál ella mentan eru eins.

--- ooo ---

Men tað er í rørsluni vit liva, og vit gerast ríkari í okkara egnumentan og máli, tá vit samstundis bjóða okkara tilflytarum at mennast saman við okkum.

Eins og at børn kunnu samskifta uttan orð, so kunnu vit vaksnu eisini læra at samskifta fram til at vit hava sama mál. Hetta er tíverri ein av fleiri eginleikum, sum viknar, tá vit gerast vaksin. Vit smæðast og gerast meiri fýrakanta – vit fara inn í kassan. Men tað eru løtur, tá vit traðka úr kassanum, og tað er serliga í samband við rørslu og tónleik.

Tá barnið hoyrir tónleik, fer tað at dansa. Tað klárar ikki lata veravið at fylgja við rýtmunum.

Sum vaksin, so kanska vit nikka í takt, ella gera evarska lítlar rørslur, smæðin, helst so at eingin sær. Men tá vit gerast spent í ítróttinum, tá bólturin fer í málið, ella tað stendur stavn um stavn, tá gerast vit eitt, ein alda, ein rørsla.

Lat okkum njóta hesar løturnar í rørsluni. Góða Eystanstevnu øll somul.

Seinastu tíðindi

21. juni 2025
Lívið er í rørsluni
20. juni 2025
Áheitan um at rudda parkeringsøki á Skála áðrenn 1. oktober 2025
20. juni 2025
Men, - tað ber til !
20. juni 2025
Stongt á Heiðavegi í samband við Eystanstevnuna