Ruddingardagur 2025

13. mai 2025

Tann ljósa tíðin er komin, og plantulívið er so smátt byrjað at spíra. Runavíkar kommuna heitir aftur í ár, á allar borgarar um at taka lut í árligu ruddingini, og á tann hátt verða við til at fríðka um heimstaðin.

Heitt verður á grannaløg um at skipa seg í økinum, har tey búgva. Soleiðis verður ruddað:

 

Oyndarfjørður

Oyndarfjørður – Rudda verður ein gerandisdag uppundir ruddingardagin. Lýst verður við tiltakinum á facebook-bólkinum fyri bygdina. Ein heit máltíð verður at fáa í sambandi við ruddingina.

 

17. mai

Elduvík - Byrjað verður kl. 10.00 við morgunmati í skúlanum í Elduvík

 

24. mai verður ruddað í hesum bygdum

Funningsfjørður – Byrjað verður kl. 9.00 við morgunmati í skúlanum.

Funningur – Byrjað verður kl. 9.00 við morgunmati í skúlanum.

Lamba og Lambareiði – Byrjað verður í skúlanum í Lamba kl. 10.00 við morgunmati. Lýst verður við tiltakinum á facebook-bólkinum fyri bygdina.

Rituvík – Byrjað verður við morgunmati á spæliplássinum kl. 10.00. Lýst verður við tiltakinum á facebook-bólkinum fyri bygdina.

Runavík, Saltangará og Glyvrar – Byrjað verður í Gulu smiðju kl. 9.30 við morgunmati. Melda teg til við at skriva til jongerdo@runavik.fo.

Skála – Byrjað verður í Ítróttarhøllini á Skála kl. 9.00 við morgunmati.

Skálafjørður – Byrjað verður kl. 9.00 við morgunmati í gamla skúla. Lýst verður við tiltakinum á facebook-bólkinum fyri bygdina.

Skipanes – Byrjað verður við heima hjá Tove kl. 10.00 við morgunmati.

Søldarfjørður – Byrjað verður við spæliplássið í Søldarfirði kl. 10.00 við morgunmati.

Æðuvík – Byrjað verður kl. 10.00 við morgunmati í missiónshúsinum. Lýst verður við tiltakinum á facebook-bólkinum fyri bygdina.

 

Handskar og posar eru at fáa somu støðum har morgumaturin er.

 

Burturkast

Burturkastið skal koyrast í posar og setast framvið  teimum størru vegunum.

Heitt verður á fólk um at skilja ruskið og leggja tað sum ikki brennur og oljudunkar við síðuna av ruskposanum.

 

Seinastu tíðindi

13. mai 2025
Ruddingardagur 2025
07. mai 2025
Stina Ekblad og Anna Kruse Trio á vitjan í Løkshøll
05. mai 2025
Kunngerð um broyting av Almennu byggisamtykt­ini fyri Runavíkar Kommunu
29. apríl 2025
Broytingar í innsavning