Stina Ekblad og Anna Kruse Trio á vitjan í Løkshøll

07. mai 2025

Fríggjadagin 16. mai kl. 16.00 fær Løkshøll vitjan av kendu svensk-finsku sjónleikarinnuni Stina Ekblad, sum fer at bera fram yrkingar eftir skaldið Edith Södergran.

Um júst eina viku verður sjóneykan sett á skaldið Edith Södergran við tónleiki og orðum, tá kenda sjónleikarinnan Stina Ekblad og Anna Kruse Trio í felag tulka yrkingarnar hjá Edith Södergran. Eisini luttekur føroyska Angelika Hansen á fiól. 

Edith Södergran (1892-1923) er ein av týdningarmiklastu røddunum í svensku modernismuni. Hennara yrkingar snúgva seg um sálarlongsul, kærleikans mátt og tráan eftir frælsi. Hóast hon doyði ung flutti hon bæði bókmentanarlig og mentanarlig mørk, og skrivaði tekstir, sum framvegis eru viðkomandi.

Tónleikurin er ein samanseting av jazzi, fólkatónleiki og klassiskum tónleiki, sum saman geva yrkingunum hjá Södergran ein serligan tónlistarligan búna.

Stina Ekblad er ein av mest viðurkendu sjónleikarinnunum í Norðurlondum. Hon hevur heilt serlig evni bæði á palli og filmi at fáa dýpd og nærveru í tulkingina av truplum tekstum – eisini av yrkingunum hjá Edith Södergran, sum hon hevur framført í fleiri ár.

Lagt verður upp til eina heilt serliga poetiska og tónlistarliga løtu í Løkshøll Dýra biðidag kl. 16.00. Sí nærri kunning og keyp atgongumerki á loksholl.fo 

Seinastu tíðindi

07. mai 2025
Stina Ekblad og Anna Kruse Trio á vitjan í Løkshøll
05. mai 2025
Kunngerð um broyting av Almennu byggisamtykt­ini fyri Runavíkar Kommunu
29. apríl 2025
Broytingar í innsavning
26. apríl 2025
Vinnarar­nir av skrivikapping­ini eru funnir