1. oktober kl. 18:00 letur kvøldskúlin upp fyri tilmeldingum
Nú er minni enn ein vika, til tað fer at bera til at melda seg til tey ymsu skeiðini, ið eru á skránni hjá Kvøld- og ungdómsskúlanum í Runavíkar kommunu í vetur. Skráin er tøk á heimasíðuni www.kurk.fo.
Á skránni eru bæði væl kend og afturvendandi skeið, og skeið, ið ikki hava verið á skránni áður, ella ikki hava verið á skrá seinastu árini. M.a. er Byrjanarskeið í seyming við Adelaid Olsen og Eyðvør Gudmundsson á skránni í vetur, Háprent við Edith Mørkøre, Gittarspæl fyri framkomin við Hera Joensen úr bólkinum Týr, Ljóðtøkni og tónleikaframleiðsla við Hans Poulsen, Enskt samrøðuskeið við Ana Frere úr Australia, Lesibólkur fyri børn við vaksnum við Sáru Mrdalo og Pálin Olsen, Frá ljóði til tónleik - verkstova í ljóðlist við Sjúrði Tróndheim, Bachata fyri byrjarar við Sharon Sivertsen, Trúarlæra við Meinhardi Bjartalíð, Glaslist fyri ung við Miriam Rasmussen, Kvæði og føroyskur dansur við Johnleif Johannesen, og Kór við Rúna Rógvason Rasmussen. Vónandi taka fólk væl undir við teimum mongu nýggju ella uppafturtiknu skeiðunum.
Eftir ætlan skuldi skeiðið Motorlæra - dugnaskaparprógv í motorpassing við Poul Kristian Henriksen og Peturi í Króki vera á skránni, men av ymsum orsøkum varð tíverri neyðugt at avlýsa skeiðið og taka tað av heimasíðuni aftur.
Millum skeiðini, ið fólk gingu til í fjør, eru Veving, Brodering, Møbilpolstring, Horn-, stein- og silvurarbeiði, Leirarbeiði, Glaslist, Klaverspæl, Gittarspæl fyri byrjarar, Solosangur, Hornorkestur, Boccia, Telving fyri børn, Dugnaskaparroynd í sigling, Føroyskt fyri byrjarar, Føroyskt teknmál, Koyrikort til prutl, Ættargransking, Binding og hekkling fyri byrjarar, Fólkadansur fyri børn og vaksin, Evning og list fyri børn í 3.-5. flokki, og Byrjanarsvimjing fyri vaksin.
Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni www.kurk.fo frá 1. oktober kl. 18.00. Avmarkað pláss er á øllum skeiðum. Skeiðini í leirarbeiði byrja longu 5. oktober, og seymiskeiðið byrjar 17. oktober, meðan flestu skeiðini byrja vikuna aftaná heystfrítíðina (t.e. frá 19. oktober). Nøkur styttri skeið byrja seinni í heyst, og uppaftur onnur verða aftaná nýggjár.
Um so er, at eitt skeið ikki fær nóg nógvar tilmeldingar, verður peningurin ikki trektur av kortinum hjá honum ella henni, ið hevur meldað seg til.
Endað verður í vár við einari kvøldskúlaframsýning og væntandi eisini einari kvøldskúlakonsert eins og undanfarin ár. Vónandi verður tað ein góður og gevandi kvøldskúlavetur aftur í ár.
Kvøldskúlaleiðarin, tlf. 237081
Seinastu tíðindi