Kunngerð um broyting av Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar Kommunu

05. mai 2025

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi hin 1. mai 2025 hevur samtykt broytingar í Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu

Broyting av almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu

Byggisamtyktin verður broytt soleiðis, at nýtt stykki er lagt afturat ásetingunum fyri økispartarnar D1-D4 í Runavík, Saltangará og Glyvrum og D17 á Skipanesi, D10, D11, D13 og D15 í Søldarfirði og D21, D22, D23 og D24 á Skála.

Broytingin er sambært løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir §5, stk. 3 og snýr seg um heimild til at gera útfyllingar út á tey økir, sum eru løgd út til havna/vinnuøkir í plankortinum.

Broytingar - Økispartar og kort

Byggisamtykt 
 
 
 
Broytingarnar í Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu eru til skjals á Býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum 5. mai til og við 16. juni 2025 og á heimasíðuni www.runavik.fo

 

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 16. juni 2025

 

 

Seinastu tíðindi

07. mai 2025
Stina Ekblad og Anna Kruse Trio á vitjan í Løkshøll
05. mai 2025
Kunngerð um broyting av Almennu byggisamtykt­ini fyri Runavíkar Kommunu
29. apríl 2025
Broytingar í innsavning
26. apríl 2025
Vinnarar­nir av skrivikapping­ini eru funnir