Mentanarvikan 2025

16. apríl 2025

Vit gleðast um, at vit ganga móti ljósari tíðum og er tað nakað, ið ber boð um vár, so er tað árliga Mentanarvikan í Runavíkar kommunu.

Mentanarvikan verður í døgunum 21.-27. apríl. Til ársins Mentanarviku hava íbúgvar í Runavíkar kommunu, saman við øðrum góðum kreftum, av sonnum spílað seg út við nógvum góðum íkasti til skránna.

 

Skráin er áhugaverd og umfevnandi, og hevur okkurt at bjóða til allar aldursbólkar og øll áhugamál. Tiltøk verða í øllum 15 bygdunum, so nú er gott høvi at vitja hvønn krók í kommununi.

 

Á skránni eru gongutúrar, verkstovur, fyrilestrar, bókaframløgur, konsertir, listaframsýningar og mangt, mangt annað. Millum annað verður Føroyskur dansur í Funningi, Møsn í Søldarfirði, portrettmálaratiltak í Runavík, konsert í Rituvík, heimablídni í Oyndarfirði, gongutúrur við Prestá og Ytra Skála, pubquiz í Æðuvík, verkstova í Gulu Smiðju og fyrilestur í Løkshøll - og hetta er bert eitt lítið brot úr rúgvusmiklu skránni.

 

Støkk inn á gólvið til setanina í Gulu Smiðju mánadagin 21. apríl kl.14.00. Til ber eisini at súkkla hagar í ferðalagi við Rynkunum. Á skránni er tónleikur, røða og okkurt gott til góman.

 

Nógv er at gleða seg til !

Kaga í fjølbroyttu skránna fyri ársins Mentanarviku á mentanarvikan.fo

 

Visit Runavík

Seinastu tíðindi

07. desember 2025
Bryggjan í miðbýnum
06. desember 2025
Skála kirkja: Sofaprát og jóla­sangperlur 7/­12 kl. 18
03. desember 2025
Fagnaðar­konsert fyri Petur Pólson – eitt kvøld til heiðurs fyri tónleikaran og yrkjaran
03. desember 2025
Røðan tá jólatræið í Skálafirði bleiv tendrað