Navngeving av nýggjum 5 mannafari

09. apríl 2025

Røða, sum Jógvan Andersen, býráðslimur, flutti fram til navngeving av nýggjum 5 mannafari hjá Skála Róðrarfelag 5. apríl 2025.

Góðu bygdafólk!

Teir báðir Kári Olsen og Petur Christian Rasmussen høvdu ein dreym. Ein dreym um meiri skipaði viðurskifti á ítróttarøkinum.

Tann 15. mai í 1965 bjóðaði Sidonius Joensen vælkomin til ein stovnandi fund. Hetta bleiv dagurin, har ítróttarfelagið í bygdini bleiv stovnað. 7 fólk mannaðu fyrstu nevndina, og formaður bleiv Sigvald Kristiansen.

Tá ið felagið bleiv stovnað, vóru kappróður og fótbóltur í bygdini. Til kappróðurin lánti man bátar, og fótbóltsdystir vóru í øðrum bygdum.

Arbeiðssetningurin hjá hesum nýggja felagnum bleiv tí at fáa til vega egnan bát og ein fótbóltsvøll til bygdina. Hyggja vit afturá, má sigast, at nógv er hent á hesum økinum seinastu 50 árini, og eisini hava aðrar ítróttargreinar vunnið frama millum fólkið.

Skála Róðrarfelag var síðani stovnað sum sjálvstøðugt felag í 1994 og yvirtók tá kappróðurin frá ítróttarfelagnum.

Sjálvur eri eg uppvaksin í Sjóvartúni, har fjøra og bátahylur einamest vóru spælipláss í okkara samtíð. Tey fyrstu árini eg minnist til kappróður, savnaðust allir bátar og fólk niðri í bátahylinum. Hetta var mest líkt einari Ólavsøku heima hjá okkum. Tað var sum sild í tunnu uttanfyri, og inni var fult hús av bæði kenningum og fremmandum fólki.

Frá barnaárum til tannárini róði man árabátin hjá heldur avgjørda Anders abbanum av Strondum. Hetta inntil hin altíð fryntligi skálamaðurin, Hans Poulsen, av sínum eintingum kom framvið at bjóða mær ein Honda páhangsmotor, ið hann ikki nýtti. Og tá bleiv bara enn meiri spennandi at fara í bát.

Í vaksnamannalívinum er tað heldur annarleiðis. Nógv okkara eiga bát, ið mest sum ikki hevur loyst frá bryggju í áratíggju. Helgi Simonsen, sáli, plagdi at taka til, hví nú hann skuldi fáa sær ein bát bara til at fara oman at oysa og aldrin loysa!

Tó er eitt undantak. Ein myrkareyður og hvítur glastrevjabátur, sum kagar fram um várið. Ein bátur, sum brádliga sæst á firðinum næstan hvønn dag, um ikki fleiri ferðir um dagin. Á brúnni situr ein fyrrverandi formaður í róðrarfelagnum, sjáldan nevndur við eftirnavni, men heldur kendur sum kommunu Jógvan ella Jógvan hjá Noru.

Tá hesin báturin kemur á fjørðin saman við róðrarbátunum, er summarið av sonnum í hondum. Fólk koma úr vetrarskjóli og alt tykist brádliga at spíra rundan um okkum.

Børnini sum plagdu at skríggja fyri ein skíggja, síggja at úti spæla er ein betri sæla.

Og longu frá 12 ára aldri byrja tey at leggja leiðina oman í róðrarneystið har venjing og áralag skulu fáast til høldar. Sjálvur havi eg bert róð við barnaróðri einaferð, men hóast tíðarkrevjandi og harðar venjingar, er tað nakað serligt at vera partur av slíkum felagsskapi og kappingarlagi.

Nevndin hevur nú keypt eitt nýtt 5 mannafar og boðar hetta frá, at fólkini handan róðrarfelagið hava áræði og eina kós til nakað meiri og størri.

Her er tað jú, at okkara yngra ættarlið tekur fyrstu tøkini.

Her er tað, at samstarv og virðing spretta óansæð úrslit.

Her er tað, at tey vaksa við uppgávuni og gerast meiri búgvin.

Her er tað, at dreymurin um at taka nýggj met tekur skap.

Og alt byrjar við einum dreymi!

Sum menniskju, borgarar og áhugafeløg er neyðugt at hava eitt stavnhald og at rógva frameftir. Valið er ímillum tað, ella at rekast í tómgongd.

Hóast míni tøk í róðrarbáti eru avmarkað, vil eg fegin, saman við kommununi, vera viðspælari, tá ið tøk fyri menning av ítróttarøkinum skulu takast. Ein langróður saman, fyri okkara næsta ættarliði.

Takk fyri, nevndin í róðrarfelagnum, manningar og øll rundanum. Tit eru eitt týdningarmikið íkast til okkara nærumhvørvi, mentan og trivnað.

Flotin hjá róðrarfelagnum telur 3 bátar. Allir hvítir við bláum stokkum og reyðari rond. Og minnir hetta okkum einamest á merkið.

6 mannafarið Sjódrekin, 5 mannafarið Svanur, umframt nýggja 5 mannafarið, ið vit savnast um her í dag.

Navnið á nýggja bátinum vísir, at her vera fræ sádd í ungdómin. Dygdirnar spretta, og heysta vit øll ágóðan. Navnið á nýggja 5 mannafarinum er Spírin!

Vegna býráðið og ítróttarnevndina vil eg hervið ynskja Skála Róðrarfelag og borgarum í kommununi hjartaliga tillukku við nýggja 5 mannafarinum.

 

Stóra takk fyri og blíðan byr!

Seinastu tíðindi

16. apríl 2025
Mentan­arvikan 2025
11. apríl 2025
Skráin til Mentan­arvikuna
11. apríl 2025
Stongt verður fyri vatninum í Runavík
11. apríl 2025
Kunngerð um broyting av Almennu byggisamtykt­ini fyri Runavíkar Kommunu