Leiðari og teknikari í ítróttardepilinum í Runavík sett

31. mars 2025

Í summar letur nýggja svimjihøllin í Runavík upp. Tí hevur verið søkt eftir leiðara og teknikara til ítróttardepilin í Runavík, sum svimjihøllin er partur av.

Runavíkar kommuna hevur sett Sonyu Lara Anne Pratt í starv sum leiðara fyri ítróttardepilin í Runavík.

Sonya er úr Kanada og hevur í meira enn 20 ár starvast sum leiðari av svimjihallum og ítróttardeplum í Danmark. Frá 2004 til 2014 hevur hon havt leiðsluna av trimum svimjihallum í Roskilde kommune. Síðan 2014 hevur hon verið leiðari á Egedals Kultur- og Idrætsfaciliteter, sum fevnir um fleiri svimji- og ítróttarhallir, leikvallir og mentanarhús.

Hon kemur við drúgvum royndum innan leiðslu, fyriskipan av tiltøkum og samstarvi við ítróttarfeløg, skúlar og aðrar áhugabólkar, ið nýta hentleikarnar í ítróttardeplum.

Sonya hevur útbúgving sum Master i Oplevelsesledelse umframt eina rúgvu av skeiðum og viðkomandi útbúgvingum innan rakstur av ítróttaranleggum, svimjing og lívbjarging.

Sonya byrjar í starvinum sum leiðari fyri ítróttardepilin í Runavík 1. mai.

 

 

 

Runavíkar kommuna hevur somuleiðis sett Høgna Davidsen úr Æðuvík í starv sum teknikara á ítróttardepilinum.

Høgni er útbúgvin maskinsmiður og hevur drúgvar royndir innan mekanik, el, HVS og ventilatión. Hann hevur starvast í oljuvinnuni í Danmark og Noregi í 12 ár og hevur seinni havt egna fyritøku, ið varð keypt av Mest samtakinum í 2012. Hann hevur, eftir at fyritøkan varð keypt, starvast hjá Mest.

Høgni Davidsen fer fyrst og fremst at hava ábyrgdina av tekniska rakstrinum í svimjihøllini, umframt at loysa aðrar rakstrar- og viðlíkahaldsuppgávur í ítróttardepilinum.

Høgni byrjaði í starvinum 15. mars.

 

 

Seinastu tíðindi

07. mai 2025
Stina Ekblad og Anna Kruse Trio á vitjan í Løkshøll
05. mai 2025
Kunngerð um broyting av Almennu byggisamtykt­ini fyri Runavíkar Kommunu
29. apríl 2025
Broytingar í innsavning
26. apríl 2025
Vinnarar­nir av skrivikapping­ini eru funnir