EARTH HOUR 22. MARS

22. mars 2025

Í kvøld 22. mars frá kl. 20.30-21.30 er Runavíkar kommuna við í tí heimsumfatandi Earth Hour átakinum.

Earth Hour er ein tími har kommunur, býir, fyritøkur, stovnar og fólk kring allan heimin sløkkja ljósini í ein tíma. Hetta er eitt afturvendandi átak sum WWF skipar fyri, at varpa ljós á umhvørvið og veðurlagsbroytingar.

Runavíkar kommuna fer at sløkkja gøtuljósini í øllum bygdunum í kommununi, umframt onnur ljós, sum eru ráðilig at sløkkja.
Runavíkar kommuna heitir á borgarar, vinnulív, stovnar og onnur, um at sløkkja ljósini hendan tíman og verða við at stuðla heimsumfatandi átakinum Earth Hour.

Seinastu tíðindi

07. januar 2026
Opið hús á Høgabóli og avdúking av vinnara
04. januar 2026
Glyvra skúli og musikk­skúlin – okkara næsta risa bygningsverk
01. januar 2026
Gott nýggjár
31. desember 2025
Streymtalvan