Burðatalið í Runavíkar kommunu tað hægsta í 35 ár

10. januar 2025

Burðatalið í Runavíkar kommunu í 2024 var tað hægsta síðan 1989. Tað vísir ein uppgerð yvir livandi fødd í kommununi. Í alt vórðu 75 børn fødd í kommununi í 2024. Hetta er í mun til 50 børn árið fyri, og er tað ein vøkstur á heili 50 prosent.

Seinastu trý árini hava burðatølini annars verið lág um landið. Sambært feskum tølum frá Heilsumálaráðnum kvinkaði burðatalið í 2024 upp við 17 børnum í mun til 2023. Til samanberingar vaks burðatalið við 25 børnum bara í Runavíkar kommunu.

Verður kagað í hagtølini hjá Hagstovu Føroya fyri bygdirnar, sum eru í Runavíkar kommunu í dag, mugu vit leita heilt aftur til árgangirnar 1989 (92 børn), 1990 (72 børn) og 1991 (74 børn) fyri at finna líknandi burðatøl.

Í Runavíkar kommunu fegnast vit um hvørt einasta nýfødda barn. Tey eru framtíðin í kommununi, og vaksandi burðatalið ber við sær vón um eina bjarta framtíð.

Tað gevur somuleiðis eina ábending um, at familjurnar hava góðar vónir um framtíðina í Runavíkar kommunu.

Seinastu tíðindi

10. januar 2025
Burðatalið í Runavíkar kommunu tað hægsta í 35 ár
09. januar 2025
Botnfrádráttur & fátækradømi
09. januar 2025
Løkshøll byrjar árið við tiltøkum fyri børn
07. januar 2025
Tak yvir høvdið - ella føtur undir egið borð?