Løkshøll byrjar árið við tiltøkum fyri børn

09. januar 2025

Løkshøll byrjar nýggja árið við eini ørgrynnu av tiltøkum fyri børn í øllum aldri. Vit leggja út við vælumtóktu og barnavinarligu Ævintýraferðini við Dánjal og Búa, sum vitja Løkshøll sunnudagin 12. januar kl. 15.00.

Við støði í leikinum hjá William Shakespeare og við tónlistarligum og leiklistarligum snildni fara Dánjal og Búi at siga frá søguni um Romeo og Juliu. Á snediga hátt fara teir at geva børnum innlit í tann fantastiska heimin, sum Shakespeare hevur skapað. Sýningin er egnað fyri børn, ið eru trý og og eldri.

 

Í samstarvi við Filmshúsið er Løkshøll eisini vertur fyri Barnafilmfestivalin (BFF), sum eru í døgunum 17. - 19. januar, men vit svikstarta við einari skúlasýning av Oscar tilnevnda animatiónsfilminum 'Úlvafólk'. Tað serstaka við sýningini er, at leikarar fara at ljóðseta (live-dubba) filmin við føroyskari talu samstundis, sum filmurin spælir. Útvið 200 næmingar í 1.-4. flokki eru tilmeldaðir hesa spennandi sýningina.

 

Fríggjadagin 17. januar kl. 14.00 verður almenn sýning av sera vælumtókta animatiónsfilminum um Klintrimús og hini djórini í Valbakkaskógini, og leygardagin 18. januar eru eisini tvær ymiskar filmsýningar har tann fyrra kl. 12.00 er fyri børn, ið eru fimm ár ella eldri og tann seinna kl. 16.00 er fyri tannáringar.

 

Sunnudagin 19. januar kl. 14.00 vísa vit heimildarfilmin um ein skúlaflokk í Grønlandi og ein føroyskan animatiónsfilm um Aldu. Allir filmarnir hava føroyska talu.

Vit enda barnatiltøkini kl. 15.00 við einari almennari sýning av nýggja Disney filminum 'Mufasa Leyvukongurin'. Filmurin er framhald av vælumtókta Disney filminum 'Lion King' ella Leyvukongurin frá 1994. Hesaferð ferðast vit aftur í tíð og fáa søguna um hetjuna Mufasa, pápa Simba.

 

Allir filmarnir á Barnafestivalinum eru á føroyskum og teir flestu eru ókeypis. Nærri kunning og atgongumerki á loksholl.fo

 

 

Seinastu tíðindi

09. januar 2025
Botnfrádráttur & fátækradømi
09. januar 2025
Løkshøll byrjar árið við tiltøkum fyri børn
07. januar 2025
Tak yvir høvdið - ella føtur undir egið borð?
03. januar 2025
Nýggjársrøða á Skála