Nýggjársrøða á Skála
Røða, sum Jógvan Andersen, býráðslimur, flutti fram til nýggjárshaldið í bygdasalinum á Skála.
Góðu Skálafólk, útisetar og vitjandi.
Í dag er ein hátíðardagur. Vit gleðast um árið, ið júst er farið afturum, um tær góðu løturnar í okkara gerandisdegi og síggja fram til, hvat nýggja árið nú hevur at bjóða.
Vit hoyra í nýggjárssálminum:
Ver vælkomið, Harrans ár, sum ber fagnaðarboð!
Harrans ár, ið ger hjørtuni glað,
nú ber okkum gleði hvønn Harrans dag.
Vælkomið nýar! Væl vær fagnum tær.
Tó hevur lívið eisini nógvar brotasjógvar á leiðini, og hava vit bert dagin og tíman vit einaferð standa í.
Í nú farna árinum hava vit sæð viðmenniskju í bygdini fara frá okkum. Nøkur møguliga mett av døgum, meðan onnur rænd úr tilverugrundarlagnum. Og tá ein familja í bygdini syrgir, skal hon vita, at bygdin syrgir við.
Tí fyri øllum er ein avmarkað stund, og ein og hvør støða hevur tíð sína, stendur skrivað.
- At føðast hevur sína tíð, og at doyggja hevur sína tíð
- At gráta hevur sína tíð, og at flenna hevur sína tíð
- At syrgja hevur sína tíð og at dansa hevur sína tíð
- At vera tigandi hevur sína tíð, og at tala hevur sína tíð
Alt hevur tíð sína, hóast vit ikki eru før fyri at skilja ella fata alt frá upphavi og til enda.
Tí kunna vit einans velja at steðga á í tíðarinnar resi og gleðast um løtuna vit beint nú standa í.
Tær løturnar vit hava fingið og tær sum enn eru fyri framman.
Sangurin “Tíðin ferð” sigur í niðurlagnum:
Bert dagurin eg fekk í dag
Tann einasti eg eigi
Í honum alt mítt eyga sær
Á rættan veg meg leiði
Hóast lívið hevur brotasjógvar á leiðini, skal hetta ikki forða at seta sær mál og vera framsíggin. Tað er ein dygd og er neyðug fortreyt fyri at alt rundan um okkum hvønn dag snarar og tekur eitt fet fram.
Hetta hava vit eisini mangan sæð í bygdini og á nógvum økjum. Samkomulív, sum fór úr lítlum húsi og í nýggjan bygning. Vinnulív, sum legst afturat í bygdini og krevur nýggjar karmar. Fríøkið við Prestá, sum er vorðið ein landsperla. Høllin sum var bygd yvirstór og í dag ikki rúmar øllum virkseminum.
Eg plagi at siga, at tað at leiða er at fara frá einari torførari avgerð og til tí næstu. Tí kann vera avbjóðandi at standa á odda, men taka vit ikki tær avgerðirnar, eru vit satt at siga givin at leiða. Og tað eru hesar avgerðir, sum eru fortreytin fyri, at vit flyta okkum frá verandi støðu og til eina betri.
Spurdur hví eg stillaði upp til kommunuvalið, er hetta júst svarið. Tað at kunna vera við at mynda kósina fyri okkara nærumhvørvi og okkara kommunu. Fólkaræðið hevur tað ongantíð betri, enn at vit øll hava rættin at fara á val ella ikki og at stilla upp ella ikki. Eg kann óivað vegna øll, ið stillaðu upp, óansæð lista ella innkomin, takka stórliga fyri tann stuðul, ið bleiv veittur í økinum. Vit ætla hvørfall at gera okkara besta.
Vit eru satt at siga øll leiðarar har vit eru og eru øll við til at hava ávirkan rundan um okkum. Sum hjúnafelagi, foreldur, grannar, vinfólk og starvsfelagar.
Skálafólk er eitt friðarligt fólkaslag. Vit gera ikki óneyðugt um okkum, men ynskja øll tað besta. Vit eru virkin í tí stilla og hava ikki tørv á at rópa upp. Nøkur hava kanska hug at halda, at onkur viðhvørt gremja seg, men tað gleðiliga er, at tað vísur, at tey eisini leggja í og ynskja tað besta.
Sanniliga síggja vit ferð eftir ferð, at íbúgvarnir fara ídnir til verka, óansæð hvat einaferð talan er um. Vit kunna bara hugsa aftur á Jól á Gamlavegi, Vit syngja jólini inn í kirkjuni, stuðulsinnsavnanir, ítróttarfeløg, SkálaCup, ervir, útbygging av Kahyttini, ja tiltakið her í kvøld og nógv annað.
Sanniliga hava vit bygdafólk, ið leiða á hvør sínum øki og eru við til at taka eitt felags tak.
Vit hava júst hugt at bálinum uttanfyri og sæð vakra fýrverkið. Logarnar, ið lýsa eina vón, og geva okkum áræði at taka ímóti nýggja árinum við gleði og fevna tí ókenda.
Stóra takk fyri, Skála Róðrarfelag, ið skipar hetta tiltakið í kvøld, og øll sum hava hjálpt til.
Tá eg hugsi um okkara nærumhvørvi, kann eg ikki lata vera við at síggja eina bjarta framtíð. Eitt eldri ættarlið, ið stendur sum ein tryggur varði. Tey miðaldrandi í sínum bestu árum taka ábyrgd og standa fram. Tey ungu, framtíðin, við endaleysari nýmenning og hugskotum. Saman eru vit ein felags og virðilig eind, ið rúma hvør øðrum og seta kósina móti nøkrum betri.
Og kósina fyri hesum nýggja árinum seta vit somuleiðis hvør sær. Gævi vit geva rúm fyri hvør øðrum og stuðla undir teirra málum.
Lat okkum tí við gleði bjóða 2025 vælkomið og saman fáa enn eitt ógloymandi ár.
Gott nýggjár øll somul!