Umskifti og framtøka
Røða, sum Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, flutti fram í Gulu smiðju, nú vit fluttu frá einum ári til annað.
Í heyst var aftur val til tjóðarinnar bý- og bygdaráð, og veljarin - borgarin - sum eigur kommunurnar – hevur gjørt av hvussu umboðandi valdið skal mannast í 29 kommunum, m.a. í Runavíkar kommunu, tey næstu fýra árini frá á miðnátt í kvøld at rokna. Onki her í verðini stendur í stað – alt er umskiftandi - í broyting - innan í okkum sjálvum og í umhvørvinum, vit ferðast í og um. Umskifti kann vera afturgongd ella framtøka, og onki er vísari enn tað, at tómgongd er tað sama sum afturgongd, serliga í kappingarstøðum.
Tað var Klæmint á Bakka sum gjørdi meg áhugaðan í fornsøguni. Í sildini arbeiddu vit nógv saman, - hóast hann var um hálva øld eldri enn eg. Ofta var grikska guðalæran uppi og vendi. Annars skal ein norðmaður hava sagt um ferðina heim við damparanum Niels R. Finsen, beint fyri krígsbyrjan í 1939, í fúlasta ódnarveðri vóru teir um at ganga burtur á Hvarvinum, at: “Um tann reyðhærda kempan – Clement Jacobsen úr Føroyum – ikki hevði verið við, so visti hann ikki, um teir høvdu borið boð í bý. Hann hevði ongantíð í sínum livandi lívi sæð eina slíka kempu. Hann tveitti lýsi- og oljuføt og onkran bátamotor fyri borð, sum tað kundu verið ullaposar.”
Onkur hevur hoyrt um hetjuna Theseus í griksku guðalæruni. Umframt, at hann einsamallur feldi og gjørdi enda á tarvinum Minotauros, so átti hann skip.
Júst skip hansara verður ofta brúkt sum mynd og ímynd um flytingar millum uppruna og umvælingar ella avgerandi snákingar yvir tíðarmál. Skip hansara, sum í mong ár sigldi í grikska oyggjahavinum, fekk sum vera man nógvar yvirhálingar og kalfatringar, sum árini gingu. Plankar, mastrar, bekkir og árar, ja, alt var við tíðini bøtt um við nýggjum viði og burturúr hesum kom hugtakið Theseus-paradoksið. Í hesum liggur flótandi spurningurin, um skipið var hitt sama sum upprunaliga - ella um tað var eitt nýtt skip eftir allar umvælingarnar og kalfatringarnar? Gamalt ella nýtt?
Hetta er eisini ein spurningur um samleika og samleikahugsan. Ein kommuna kann eisini setast inn í hetta sama hugtakið. Runavíkar kommuna er avleiðingin av einum sliti í 1967. Sum við skipinum hjá Theseusi hevur hon síðan stevnt um tíðarhøvini við ymiskari ferð, og tað er ikki sørt, at hon hevur verið fyri stórum broytingum hesi gott og væl 57/58 árini, hon hevur verið til. Umframt samanleggingarnar av fimm kommunum í oynni í 00´unum, hevur menning verið á flestu økjum.
1.422 fólk búðu í Runavíkar kommunu, táið hon sá dagsins ljós pr. 1 apríl í 1967, og beint fyri jól í ár var staðfest, at vit nú eru 4.415 borgarar í teimum 15 bygdunum, sum eru landafrøðiligu lutirnir, ið vit øll eiga saman. Triðja størsta kommunan í landinum. Bara í mínari tíð á ovastu rók, í 9 ár, er kommunan vaksin í fólkatali við sama meingi sum mín egna heimbygd Glyvrar. Við sløkum 5 hundrað borgarum. Sigast skal, at byrurin hevur verið við tjóðini og okkum hesi árini, og menningin í undirstøðukervi hevur verið okkum til fyrimunar, ikki minst Eysturoyartunnilin.
Ein kommuna er ein ítøkilig og lógarskipað eind, men kortini siglir hon á tíðarhavinum í skiftandi líkindum. Ferðast um aldukambar og dalar og um vaggandi gjálv, og fyri at sleppa snikkaleys um ringastu nosini, má hon stjórnast soleiðis, at hon hvønn dag hevur eina kós. Eina trygga kós, sum eisini ger, at hon støðugt liggur í broddi fylkingar – fremst í skipabunka.
Hóast vit hava verið á vali fyri hálvum øðrum mánaða síðan, har borgarin hevur gjørt av, hvussu mynstrast skal, og hvør ið manningin skal vera tey næstu fýra árini, og hóast nakað av manningarskifti verður á politisku bekkunum, nú gamla árið fer framvið okkum, og leingi ætlaðu bygnaðarbroytingarnar í fyristingini nú taka skap av álvara, so er meginendamálið við einari kommunu enn hitt sama.
Tað snýr seg um at menna og røkja undirstøðuna – infrastrukturin – handaliga og andaliga - sum vit øll hava tørv á og brúk fyri. Tað, sum skal standa á hesum lunnum – felagsognini - tað veri seg vinna, ítróttur, felags- og trúarlív og so frameftir, eigur borgarin sjálvur at fáa í lag. Har ræður tað um, at hvør einstakur brúkar síni skapandi evni til tess at smíða sær eydnuna góða. Tað meiri borgarin hvør í sær spaðar til - og leggur afturat samfelagnum - tað liviligari verður tað hjá øllum. Hvat kann eg gera fyri kommununa er hugaligari spurningurin, enn hvat ið kommunan kann gera fyri meg. Onki er heldur betri enn konstruktivur kritikkur – hesin kann hvessa vitið og pumpa adrenalinið upp hjá teimum, ið sita fyri umboðandi valdinum yvir eitt avmarkað tíðarmál. Hinvegin. Tómur, niðurbrótandi og illa grundaður kritikkur, lítið at sær komið kverulantarí, fremur onki, hetta brýtir bara niður og sendir óneyðugar klandrandi bylgjur av ónøgd og ómegd í umfar. Kanska til fragdar fyri onkran, sum í hugmóðsøði situr uttanvert eingjargarðarnar og løðir við vátum kinesarum. Forna knarrið undir neystunum og í bindiklubbum er nú endað á sosialum miðlum, har ið kverulantarnir veruliga brillera, ikki minst í bólkinum ”Íbúgvar í Runavíkar kommunu”, sum onkuntíð er farin at líkjast einum lokalum kommunalum septiktanga heldur enn einum kunnandi vanga. Vónandi ræðir hetta kortini ikki yngra ættarliðnum frá at taka lut í politiskum arbeiði frameftir, hóast hvøljan gerst seigari og meiri mótstøðufør við aldri og royndum.
Vit 11, kvinnur og menn, ið hava verið tað úrvalda liðið í fýra ár, og sum hava umsitið ognina hjá okkum 4.415 borgarum, løgdu á býráðsfundi hin 28. november í ár fíggjarligu lunnarnar, sum kommunan skal dragast eftir í 2025. Samanumtikið í fakta snýr tað seg um ein javna á góðar 300 milliónir krónur. 225 til rakstur og góðar 52 til íløgur og fyri rest til rentur, rentustuðul og avlop til rindan av skuld. Roknað er við, at kommunan fer at gjalda 110 milliónir krónur í lønum í 2025. Ein bati er tað eisini, at rentan er fyri niðurgangandi, sum útlitini eru í løtuni.
Sum øll vita, eru fýra ár ímillum kommunuvalini. Val hevur, sum sagt, verið, og nývalda býráðið tekur við ræðinum á miðnátt í kvøld. Tað hevur skipað seg við undirritaða sum borgarstjóra og Tóri Højgaard sum varaborgarstjóra. Um heilsan og Guð annars vilja tað, so mega tit sættast við meg í fýra ár afturat, men sum eg alment havi boðað frá, so verður hetta mítt seinasta skeið sum virkin politikari. 13 ár sum løgtings-, landsstýris- og fólkatingsmaður og við ársenda í 2028 trý ár sum varaborgarstjóri og 13 ár sum borgarstjóri. Tá er stundin komin at lora seg sjálvan oman ígjøgnum landgangin. Aldurin komin hartil, at tað ger onga nyttu at skifta plankarnar í bulinum út - tíansheldur at kalfatra høvdið. Løtan er tá komin hartil, at yngri fólk eiga róðurtørnið í staðbundnu fólkaræðisligu skipan okkara.
Býráðið, sum nú tekur við, hevur skipað seg við 8 hvøuðsnevndum, sum býta politisku ábyrgdina millum sín av teimum 7 virksemisøkjunum, sum ásett eru í kommunustýrislógini.
Størsta einstaka rakstrarútreiðslan er eldraøkið, ið verður umsitin í kommunala samstarvinum Roðin. Grannakommunurnar Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommunur eiga og varða av samstarvinum í støddarlutfalli, har ið vit varða av smáum tveimum triðingum og fíggja økið samsvarandi hesum. Við afturbering, egingjøldum og úr egnum kassa.
Í stóru kanningini hjá Lóður og Kringvarpinum fekk Roðin besta skoðsmálið yvirhøvur, táið tað snýr seg um eldraøkið, ikki minst eini góðari leiðslu og dugnaligum starvsfólkum fyri at takka. Borgarstjórin í Runavíkar kommunu hevur verið formaður í stýri Roðans síðan 1. januar 2017. Nývalda stýrið fer at skipa seg fyrst í árinum, sum nú er í hondum.
Nú ið vit umrøða eina kommunu, eru tað tey, ið spyrja, um skipanin við kommunum er neyðug. Onkur heldur enntá, at tær áttu at verði foyktar burtur, men hesum eri eg als ikki samdur við, serliga eftir at hava sitið í einum býráði í 12 ár og sum borgarstjóri í 9 ár. Hví? Jú, tí at samfelagið, eisini lokalsamfelagið, má hava ein bul, ein strong, ein lunn, sum er undirstøðan hjá øllum, sum eiga kommununa. Til tað verður skattur líknaður. Skattatrýstið verður hitt sama í 2025, meðan barnafrádráttun hækkar upp í 10.500 krónur fyri hvørt barnið undir 18 ár, og er hetta hægsti barnafrádráttur í landinum í løtuni. Hugsi ikki at nakar ivast í, at størsta fíggjarliga trýstið í okkara tíð liggur á barnafamiljunum, tí er hendan raðfestingin hjá sitandi býráði skilagóð.
Ansingini viðvíkjandi er kostnaðurin fyri annað barnið farin niður í helvt, tvs., at goldið verður fult gjald fyri fyrsta barnið, hálvt gjald fyri annað barnið og onki fyri triðja barnið.
“Spjaldrið” hevur sína serligu søgu í Runavíkar kommunu. Í 2025 hækkar upphæddin við 500 krónum upp í 3.000 krónur fyri børn og ungdómar millum 0 og 18 ár.
Runavíkar kommuna var í broddi fylkingar á hesum mótinum og áhugin hevur verið sera stórur - og umrøðan hevur verið ógviliga positiv. Neistin kveiktist í einum samskifti ímillum okkum báðar Jens Martin Knudsen, og eftir at eg hevði sæð eina dokumentarsending í sjónvarpinum, sum Dagmar Joensen-Næs hevði fyriskipað, har sjóneykan varð sett á tvørrandi møguleikar hjá okkara ungu, í verki at fremja síni áhugamál, orsakað av foreldranna fæloysi, var ongin ivi longur um, at vit áttu at royna hesa leiðina. Býráðið tók undir, og vit fingu Reykjavíkar kommunu at hjálpa dugnaligu starvsfólkum okkara at seta høpið í verk.
Sum sagt skulu góðar 53 milliónir krónur brúkast til íløgur í 2025 og er størsta verkætlanin svimjihøllin í norðara enda á Bylgjuni. Væntandi verður svimjandi í juni/juli í 2025 – um eitt stórt hálvt ár. Tað er ikki yvir at dylja, at svimjihøllin hevur verið eitt ordans tak, ikki minst fíggjarliga, men samstundis er tað gleðiligt, at ein 60 ára gamal kommunalur dreymur umsíðir gongur út. Vit, sum nú skulu ýta av við íløgunum tey næstu árini, eiga fyrst og fremst at savna okkum um at møta tørvinum á dagstovna- og skúlaøkinum, eisini fyri at møta einari framtíð, har fólkatalið framhaldandi fer at standa í vøkstri.
Kommunan er væl fyri fíggjarliga. Í dag er skuldin smáar 200 milliónir krónur og svarar tað til smá 70% av skuldarmarkinum.
Árið 2024 hevur vignast betri enn ætlað á figgjarliga mótinum, hvat ið inntøkum viðvíkur. Ongin veit, hvat ið framtíðin eigur í sær, og kanska er tað júst hendan spenningseffektin, sum ger tað hugaligt at fáast við politiskt handverk. At arbeiða í eini ókendari framtíð. Matteus helt fyri, at: “Hvør dagur hevur nóg mikið í síni plágu”, og sagt verður, at blindar eru ókunnigar gøtur. Framtíðin kemur ikki av sær sjálvari, tí er umráðandi, at eitt býráð semist um eina kós, er lunnadragari, inn í eina ókenda framtíð. Tað er takið hjá okkum, sum nú sessast kring um borðið á miðnátt.
Við hesum orðum fari eg takka tykkum øllum, einsæris og í felag, fyri tað megnarverk tit hvønn dag leggja í tað, at vit øll í felag kunnu siga, at vit eiga eina góða kommunu at búleikast í. Og lat okkum ongantíð gloyma, at líkamikið hvussu og hvar vit hava sett okkum niður í kommununi, so ræður tað um stútt og støðugt at hugsa mið og mál fyri Runavíkar kommunu frá ytstu mørkum inn á miðjuna og ikki øvut. Bara soleiðis varðveita vit tað fjølbrigdið, sum ger hana so serliga spennandi at vera partur av.
Runavíkar kommuna er sum snekkjan hjá griksku hetjuni Theseusi. Onkrir plankar verða skiftir út, tað verður kalfatrað, menn og kvinnur koma og fara, men framhaldandi eigur borgarin eina ogn sum stevnir fram á leið við rímiligari ferð, og sum man vera millum tær frægu í landinum.
Við hesum orðum takki eg fyri árið, sum nú fer undan okkum, og samstundis fari eg at ynskja okkum øllum eitt happadrúgt 2025.
Takk fyri høvið.