Stuðulsmøguleiki til ungt listafólk í Runavíkar kommunu

21. mai 2025

Endamálið við stuðlinum er at geva ungum listaspírum í Runavíkar kommunu møguleika at menna listarligu førleikarnar við t.d. luttøku á styttri skeiðum, verkstovum, master-class o.l. í Føroyum ella uttanlands.

Stuðulsjáttanin er 17.500 kr 

 

Krøv til umsóknina:

1. Umsøkjarin skal vera búsitandi í Runavíkar kommunu. 

2. Umsøkjarin skal verða millum 15 og 30 ár

3. Umsøkjarin kann søkja innan allar listagreinar; visuella list, tónleik, sjónleik, bókmentir, film, dans, sang o.s.fr.

4. Umsøkjarin skal senda eina motiveraða umsókn og greiða frá, hvat stuðulin ætlandi skal brúkast til. Í umsóknini má upplýsast, hvat kostnaðurin av luttøkuni er og nær stuðulin verður nýttur

 

Freistin at senda inn umsókn er 10. juni. 

 

Soleiðis ger tú:

Skriva eina motiveraða umsókn á uml. eina A4 síðu. Send hana sum vanligt bræv ella við telduposti til runavik@runavik.fo; viðmerk umsóknina / brævbjálvan: 'Ungt listafólk'

Svar verður sent umsøkjarum í seinasta lagi ein mánað eftir freistina.

Kommunan tilskilar sær rætt til ikki at lata stuðul, um mett verður, at eingin umsókn lýkur endamálinum.  Um ongin umsókn kemur inn ella tøkur peningur er eftir, verður hesin latin til eitt vælgerandi endamál fyri ung í kommununi.

 

Seinastu tíðindi

23. mai 2025
Ruddingardagur 2025
21. mai 2025
Stuðuls­møguleiki til ungt listafólk í Runavíkar kommunu
21. mai 2025
Doktara­húsini
19. mai 2025
Skúlin í Søldarfirði