
Ruddingardagur 2025
Í flestu bygdunum í Runavíkar kommunu verður ruddingardagur um vikuskifti. Runavíkar kommuna heitir aftur í ár, á allar borgarar um at taka lut í árligu ruddingini, og á tann hátt verða við til at fríðka um heimstaðin.
Heitt verður á grannaløg um at skipa seg í økinum, har tey búgva. Soleiðis verður ruddað um vikuskifti:
23. mai
Skálafjørður – Lýst verður við tiltakinum á facebook-bólkinum fyri bygdina. Nátturði verður bjóðaður.
24. mai
Funningsfjørður – Byrjað verður kl. 9.00 við morgunmati í skúlanum.
Funningur – Byrjað verður kl. 9.00 við morgunmati í skúlanum.
Lamba og Lambareiði – Byrjað verður í skúlanum í Lamba kl. 10.00, suppa verður seinni. Lýst verður við tiltakinum á facebook-bólkinum fyri bygdina.
Rituvík – Byrjað verður við morgunmati á spæliplássinum kl. 10.00. Lýst verður við tiltakinum á facebook-bólkinum fyri bygdina.
Runavík, Saltangará og Glyvrar – Byrjað verður í Gulu smiðju kl. 9.30 við morgunmati fyri tey tilmeldaðu. Freistin fyri at melda seg til morgunmatin er farin. Tó ber til at fáa ruskposar og handskar í Gulu smiðju.
Skála – Byrjað verður í Ítróttarhøllini á Skála kl. 9.00 við morgunmati.
Skipanes – Byrjað verður heima hjá Tove kl. 10.00 við morgunmati.
Søldarfjørður – Byrjað verður við spæliplássið í Søldarfirði kl. 10.00 við morgunmati.
Æðuvík – Byrjað verður kl. 10.00 við morgunmati í missiónshúsinum. Lýst verður við tiltakinum á facebook-bólkinum fyri bygdina.
Handskar og posar eru at fáa somu støðum har morgumaturin er.
Burturkast
Burturkastið skal koyrast í posar og setast framvið teimum størru vegunum.
Heitt verður á fólk um at skilja ruskið og leggja tað sum ikki brennur og oljudunkar við síðuna av ruskposanum.
Seinastu tíðindi



