Botnfrádráttur & fátækradømi
Á tingi hevur verið tosað um vantandi sosial hagtøl alla mína tíð. Finnur Helmsdal, sáli, mundi vera hann, ið tosaði mest um at fáa til vega skrásetingar hesum viðvíkjandi, og óneyðugt er at siga, at hansara sosiala indignatión er legendarisk. Hann hevði sum fakmaður sæð ranguna á føroysku medaljuni, sum ikki skínur so bjart millum ein part av okkara landsmonnum, - eisini tí gjørdist hann ein sosialur stríðsmaður sum politikari. Framvegis – í 2025 – verða vantandi hagtølini brúkt sum undanførsla fyri onki at fyritaka sær á bonaðu fjalunum.
Ov nógv giting er avleiðingin av vantandi hagtølum. Tað er eftirhondini vorðin føst siðvenja í Kringvarpi Føroya, frammanundan jólahøgtíðini, at seta kikaran á tey veikaru í samfelagi okkara, á tann partin av okkara medborgarum, sum ikki eiga ráðini at halda eini sømilig jól saman við sínum nærmastu. Hetta eigur ein public service stovnur at gera, - hetta er bæði gott og neyðugt. Man situr tíverri eftir við tí sváru kenslu, at fíggjarligu gjáirnar millum tær ymsu stættirnar í landinum víðkast, og at alt fleiri leggjast til á niðastu hædd í sosiala elevatorinum. Tey, sum bara hava minstu vitan um søguna hjá mannaættini, vita hvørjar avleiðingarnar kunnu verða av sosialum spenningum í einum samfelag. Spurningurin er so, hvat ið kann gerast fyri at bøta um hendan ótolandi ójavnan.
Ráðharrafrúgvin í almannamálum var í Breddanum hin 13. desember í fjør. Sendingin gekk undir heitinum: ”Fleiri og fleiri hava brúk fyri hjálp.” Sirið rósti kommununum fyri ymisk átøk, men so kom eisini hon inn á gamla travaran – botnfrádráttin í kommunuskattinum. Hesin kann veruliga loysa málið um fátækraváða, helt hon fyri. Hon er ikki hin fyrsti og verður alrahelst ikki hin seinasti landspolitikarin, sum hevur ætlanir um at taka ræði á kommunukassunum. Á óteljandi fundum hava vit hoyrt hesa ramsuna upp í saman aftur, og 3. januar í ár spurdi Útvarpið formannin í Kommunufelagnum, hvørja støðu hann hevði til eina ætlan sum hesa, at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum. Samrøðan liggur inni á heimasíðuni hjá KVF.
Alt bendir á, at sitandi samgongu er av tí fatan, at risastórar kommunalar sparingar kunnu rudda út fátækradømið í Føroyum. Tað verður í hvussu er avleiðingin, um landsstýrið og samgongan fara at justera og regulera í fíggjarskipanunum í kommunala geiranum.
Hesar sosialu jólaheilsaninar í kringvarpinum hava tíverri eisini havt við sær ta siðvenju, at tey, sum sita fyri valdinum í landinum, og hava møguleikan fyri at gera nakað við málið, umaftur og umaftur brillera við uttanumtosi - snikk-snakki.
Sitandi samgonga eigur pro tempore politiska valdið yvir Føroyum. Hon eigur parlamentariska meirilutan á Vaglinum og hevur harvið ræðið á lóggávuni. Hon er umgird av eini stórari miðfyrisiting, sum burdi havt allar neyðugar førleikar, og alla ta arbeiðsorku sum er neyðug, fyri at framleiða tey uppskot, ið kunnu bøta um støðuna hjá tí veikara partinum av samfelagnum. Heilt einfalt eiga tey bæði ábyrgdina og valdið til at gera nakað við avbjóðingina - at loysa málið.
Einaferð tók ein skilagóður maður nakað soleiðis til um ein flokk í Føroyum: ”Móðurland hansara er altíð har, sum pengarnir hjá hinum eru.” Og hvat gera so tey, sum hava ábyrgdina í hesum aktuella málinum, sum hava ábyrgdina og valdið til at broyta viðurskiftini, men innast inni onki ynskja at gera við tað? Jú, tey flyta ábyrgdina yvir á onkran annan. Høgligari er at kava niður í kassan hjá onkrum øðrum, heldur enn at fáa skil á sínum egna politiska húsarhaldi.
Í afturvendandi royndini at flyta fokus frá egnari ómegd, kemur kommunuskatturin upp í saman aftur upp í sjóvarmálan. Hóast samgongan hevur ræði á allari sosialari lóggávu í Føroyum, og harumframt einum stórum stigvaksandi landsskatti – har botnfrádrátturin ikki er dagførdur síðan 2012, og barnafrádrátturin ikki er dagførdur síðan 2017 – so er einasta loysnin í landspolitisku sferuni, at botnfrádrátturin hjá kommununum verður hækkaður - fyri at hjálpa um fátækradømi í Føroyum. Ongin tekur í egnan barm – loysnin liggur altíð uttanfyri egið høpi. Í ríkiskassanum, kommunukassum ella í donskum gávubúðum á Christiansborg.
Spurningurin er so, hvør ið avleiðingin hevði verið, um vit brúktu botnfrádráttin í kommunuskattinum til at basa fátækradøminum í Føroyum?
Lat okkum ímynda okkum, at vit hækka botnfrádráttin hjá kommununum úr núverandi 30 túsund upp í 65 túsund krónur, soleiðis, at hann samsvarar við botnfrádráttin hjá landinum. Úrslitið hevði verið, at fleiri enn 40 túsund føroyingar høvdu fingið góðar 500 krónur – fimm hundrað krónur - meiri at liva fyri um mánaðin. Hetta svarar til eitt meðal innkeyp í einum matvøruhandli, - allur bati bøtir kortini. Men heilt ærliga, er fíggjarliga avbjóðingin hjá tí veikara partinum av landsmonnum okkara ikki nógvar ferðir størri enn 500 krónur um mánaðin? Og eru 40 túsund føroyingar í fátækraváða?
At hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum er bara ein gáva til okkum øll. Eisini til tey mest múgvandi í samfelagnum. Gamaní hjálpir hetta øllum føroyingum – men bara so evarska lítið. Talan er sostatt um eitt út av lagi vánaligt og óhvast sosialpolitiskt amboð – kanska tað lakasta amboðið í amboðskassanum yvirhøvur.
At geva øllum føroyingum eina gávu sum hesa er ikki sørt kostnaðarmikið fyri kommunukassarnar, - sum øll eiga. Omanfyrinevnda hækking hevði kostað omanfyri 280 milliónir krónur. Hetta samsvarar við á leið 12% av samlaða kommunuskattinum. Og spurningurin er so: Hvar skulu kommunurnar finna fíggingina til hendan álvarsliga leikin? Kommunurnar hava - sambært Búskaparráðnum - eina risastóra haldførisavbjóðing frameftir, so peningurin má og skal finnast onkursvegna og onkustaðni.
Skulu kommunurnar árliga spara næstan 300 milliónir krónur, fer tað at svíða sum svøllur. Og, - er tað ein fyrimunur fyri tey veikastu, at kommunan má spara á dagstovnaøkinum, barnaverndarøkinum, eldraøkinum og skúlaøkinum? Er tað ein fyrimunur fyri veikastu barnafamiljurnar, at kommunan má lækka barnafrádráttin og hækka gjøldini á dagstovnaøkinum? Verður tað gott fyri tey veikastu, at færri tilboð verða innan ítrótt, tónleik og annað felagslív? Verða tað ikki júst tey veikastu, sum fara at kenna ringasta sviðan av risastórum kommunalum sparingum?
Taks hevur gjørt hesa greiningina av kostnaðinum av at hækka botnfrádráttin hjá kommununum:
Botnfrádráttur | Hækking | Kostar |
30.000 | 0 | 0 |
35.000 | 5.000 | -40.204.000 |
40.000 | 10.000 | -80.408.000 |
50.000 | 20.000 | -160.816.000 |
60.000 | 30.000 | -241.224.000 |
65.000 | 35.000 | -281.428.000 |
Tað finnast eftirhondini fleiri pseudosannleikar í almenna kjakinum, sum eru ósannir. Teir eru bara sagdir so ofta, at fólk eru farin at halda teir vera sannar. Ein teirra er uppáhaldið um, at lykilin til at loysa fátækraváðan í Føroyum liggur í kommunuskattinum.
Sjuntarnir, sum kunnu loysa málið, liggja í landsgeiranum og ikki hjá kommununum. Vit hava heldur ikki neyðugu hagtølini, men fyri Runavíkar kommunu t.d. kann eg siga, at vit hava hildið, at størsta fíggjarliga trýstið er á barnafamiljunum, tí hava vit valt heldur at hækka barnafrádráttin (10.500), frítíðarkortið Spjaldur (3.000) og stjórna við lagaligum ansingargjøldum, heldur enn at lora skattatrýstið nevnivert. Umframt hetta leiga feløg av diverse slag seg ókeypis inn í kommunalar ognir við ítróttar- og mentanarstuðli omaná.
Staðfestast kann eisini, at kommunurnar en bloc hava lætt munandi um hjá borgarunum á fíggjarliga mótinum hesi seinru árini.
Nú bíðar hin veikari parturin av fólki okkara eftir samgonguni, og teimum sum sita við ítøkiligu sjuntunum í lógvunum, sum burturav kunnu gera nakað við at smalka sosialu gjáirnar millum stættirnar í landinum. Tjóðini - sum tey hava fingið eksklusiva rættin til at stjórna yvir í eitt avmarkað tíðarmál.
ES: https://kvf.fo/breddin?sid=185061
ES 2: https://kvf.fo/greinar/2025/01/03/x