Mentanarvikan í Runavíkar kommunu er skotin væl í gongd
Í døgunum 21.-28. apríl er Mentanarvika í Runavíkar kommunu. Fleiri ferniseringar hava verið, og nógvar listasýningar eru at fara til komandi dagarnar. Tað hevur verið dansað, sungið, kjakast og mangt annað.
Mentanarvikan í ár liggur sera væl fyri við heili fýra frídøgum á rað. Her eru tiltøk til bæði børn, ung og eldri, og okkurt til øll áhugamál; gongutúrar, verkstovur, barna- og familjutiltøk, fyrilestrar, konsertir, kvøldsetur og mangt annað.
Í Funningi verður spennandi barna- og famljutiltak við heitinum ”Grímsleikir”. Uppliv víkingaleikir, pannukøkur og síggj smiðin arbeiða. Vælumtóktu bóndagarðsdagarnir í Æðuvík eru eisini í ár.
Góður matur og drekka er eisini at fáa, eitt nú í heimablídni í Elduvík og Oyndarfirði, og bátablídni við bátahylin í Runavík.
Í Skótahúsinum við Løkin verður skipað fyri pop-up marknaði fyri smærri fyritøkur, umframt listasýningar og framførslur.
Jú, mangt er at gleða seg til. Sí skránna og nærri kunning á www.mentanarvikan.fo.
Hjartaliga vælkomin
Visit Runavík
Myndir: Rógvi Langgaard