Skúlin í Elduvík

20. november 2023

Elduvík er nevnd í Hundabrævinum, sum er skrivað í miðøld, millum ár 1350 og 1400. Harvið er hon væl eldri enn tað, hóast ongin veit um hon er landnámsbygd. Elduvík er markatalsbygd við marki móti Oyndarfirði fyri eystan, vestur móti Funningsfirði og suður móti norðara parti av Skálafjalli. 30 merkur eru í teimum níggju hagapørtunum og áseyðatalið er 1120. Kirkjan, sum arkitekturin H. C. W. Tórgarð teknaði, er bygd í 1951.

Undirvísing hevur helst verið í Elduvík fyri tað, at myndugleikarnir søkja um stuðul til bygging av skúla í 1882. Skúlin stóð liðugur í 1887, og varð brúktur sum slíkur fram í okkara tíð, hagartil børnini í bygdini fluttu til aðrar skúlar í oynni at vera undirvíst.

Kommunan eigur skúlan, og umframt kirkjuna er hann einasti bygningur í bygdini, har bygdarbørnini og vitjandi kunnu savnast. Hesi seinastu árini er hann vorðin bygdarsavn og fundarhøli til alskyns høvi. Bygdaráðsfundir hava eisini verið hildnir har, og býráðsfundir hava eisini verið í skúlanum, síðan Elduvíkar- og Runavíkar kommunur løgdu saman í 2005. Eisini er hann miðdepil í bygdini, táið fólk frá ferðamannaskipum koma í land í gjónni.

Tað hevur leingi verið greitt, at ábøtur skulu gerast, um skúlin framhaldandi skal kunna brúkast til hesi ymsu endamálini. Peningur er settur av í ár, og ætlandi aftur næsta ár, soleiðis, at skúlin verður nútímansgjørdur innan, meðan útsjóndin uttan verður hin sama. Einar Toftegaard hevur teknað við tí í hyggju, at skúlastovan verður víðkað til ytstu mørk, og at ein tilbygningur í øðrvísi sniði, við gangi ímillum, verður bygdur uppat skúlanum. Neyðugir hentleikar – so sum nátthús og køkur - eru partar av umbótini, og ætlanin er at leggja flag á takið aftur.

Í vikuni hava Tórbjørn Jacobsen og Monrad Holm Jacobsen, fyri ávikavíst Runavíkar kommunu og Spf. Holm Bygging skrivað undir sáttmála um at fremja ætlanina í verki, og kostnaðurin er slakar 1,3 milliónir krónur. Arbeiðið byrjar sum skjótast, og væntandi stendur umvælingin/nýbyggingin liðug í mai/juni 2024.

Seinastu tíðindi

16. juli 2024
Kommunuskrivstovan í summarfrí
24. juli 2024
Feira tað, - sum vit megna saman
23. juli 2024
Myndarøð frá reisigildi­num fyri svimji­høllini
23. juli 2024
Úr vøggu í grøv